Atjóða fíggjarkreppan herjar framvegis, men trupult er at síggja at hon hevur broytt nakað í føroyskum politikki. Einskiljingar, Føroyskur Tjóðbanki og føroyskur partabrævamarknaður er framvegis á politiskari stevnuskrá
Fíggjarkreppan, sum byrjaði í USA, hevur fingið sjálvt gamlar konservativar, kaptalistar at rópa varskó og krevja meira alment innlit og eftirlit við fíggjarmarknaðunum.
Kreppan í Íslandi hevur gjørt at ikki longur ber til at handlað íslendsku krónuna uttanfyri Ísland og fagfeløgini krevja at landið limar seg inn í ES.
Trupult er at meta um hvussu broyttu fíggjarmarknaðarviðurskiftini hava ávirkað føroyskan politikk, men Norðlýsið vitjaði politisku heimasíðurnar og her er einki broytt.
Ikki ber til at lesa um yvirornaða fíggjarpolitikkin og málsetningar hjá øllum flokkunum á alnetinum – men á heimasíðunum hjá Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Tjóðveldinum ber til at fáa hesar upplýsingar.
Fólkaflokkurin:
Undir teiginum "Vinnan í fremstu røð" skrivar Fólkaflokkurin m.a.
…..framburð og vælferð í fríari, altjóða kapping……
….Virðisbrævamarknaðurin verður áhaldandi mentur at útvega verandi og nýggjum fyritøkum váðafúsan kapital og til at marknaðargera almennu fyritøkurnar, sum við búskaparligum fyrimuni verða einskildar.
Fólkaflokkurin ynskir at halda fram við almennu einskiljingunum og her eru stovnar sum Atlantic Airways og seinasti parturin av Føroya Banka í fremstu røð.
Sambandsflokkurin
leggur dent á at vera ein borgarligur flokkur. Undir teiginum "Einskiljingar" stendur soleiðis:
….. Tað er Sambandsfloksins áskoðan, at allar vinnufyritøkur og grunnar, sum virka undir vanligum marknaðartreytum eiga at verða einskildar.
Øll almenn partabrøv verða seld á einum fríum marknaði, har øll hava sama møguleika at keypa.
Tjóðveldi
Fullveldisrørslan í Føroyum hevur brúkt Ísland sum fyrimynd og í sambandi við fíggjarpolitikkin skrivar flokkurin soleiðis undir teiginum "Full ábyrgd":
(Hjartamál) Tjóðveldi vil seta føroyskan partabrævamarknað á stovn við tí endamáli:
* at uppsparing hjá einstaklingum, fakfeløgum og fyritøkum í Føroyum kann setast í vinnuligar íløgur, so ognarrættur, avkast og fíggjarligur váði verður spjaddur………
* ……at seta á stovn…..Tjóðbanki Føroya, ið skal tryggja professionella umsiting av landsins ognum og grunnum, gjaldoyrajavna og onnur tiltøk, ið skapa støðufesti í búskapinum…..
Tjóðveldi vil størstu broytingarnar
Av hesum trimum flokkum, sum hava útgreinað sín fíggjarpolitikk á alnótini er Tjóðveldi tann mest víttgongdi hóast hann m.a. hevur ávarað ímóti almennu einskiljingunum, sum borgarligu flokkarnir eru fedrar til.
Umframt at gera serkildan føroyskan Tjóðbanka, vil flokkurin hava serskildan føroyskan partabrævamarknað, (Red: Í dag er samstarv millum føroyska og íslendska partabrævamarknaðin) so at uppsparingar hjá einstaklingum, fakfelgønum o.ø. kunnu setast í vinnuligar íløgur.
Broytingar vantandi
Omanfyri brot eru tikin úr valskrá og stevnuskrá flokkanna til seinasta løgtingsval og tær standa, sum sagt óbroyttar nú álvarsom fíggjarkreppa herjar á heimsmarknaðunum og vit fyri fyrstuferð hava upplivað at fríðar marknaðarkreftir og altjóðagerðin hevur eina baksíðu.
Lítil ivi man tó verða um at her fara at verða gjørdar broytingar til komandi løgtingsval.




