Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

EIN RÆTTUR MAÐUR

John William Joensen

Fríggjadagin hin 17. oktober var Hans Jákup hjá Dáva borin til gravar 84 ára gamal.

Hans Jákup var nr. 6 í barnarøðini av 10 børnum hjá Armgaard og Dáva í Gerðum. Mamman var úr Trøllagili, so Hans Jákup vaks upp við familju í bæði borð. Tá í tíðini fóru flestallir drongir til skips. Tað var Hans Jákup eisini, men í minni mun. Onkur skuldi taka sær av jørðini í húsinum, og tað var nakað Hans Jákup hevði hug, hegni og handalag til.

Í 1954 kom hann oman á Bisupstøð at ambæta neytunum hjá Kjølbro, ið var pápabeiggi hansara. Í fjósinum vóru 20 mjólkineyt, ungneyt, kálvar, 1 hestur og 1 tarvur og seyðir. Fjósið var nærmasti granni okkara, og har áttu vit – tá fýra systkin – mangt sporið. Kjølbro var eldri maður, og Hans Jákup var hansara høgra hond til – umframt fjósið at taka sær av øllum praktiskum arbeiði. Hetta hevði alstóran týðning fyri menning okkara eins og onnur børn á Biskupstøð at fylgja við og eygleiða arbeiði og arbeiðsgongdina.

Klokkan 6 á morgni var Hans Jákup í fjósinum hvønn dag í vikuni. Tá hevði hann longu sópað undan egnum neytum, sum konan Jansy vanliga mjólkaði. Mjólkin fór oman í handilin á Biskupsstøð – í byrjanini við hestavogni, seinni við vøruvogni. Køsturin var tømdur regluliga, jørðin var taðað, og ikki so sjáldan sást tú mann koma gangandi oman á Biskupstøð við eini kúgv í tjóðri. Ofta við einum heri av børnum í hølunum. Einasti tarvur í bygdini var í fjósinum hjá Kjølbro. Hegn skuldu haldast, og seyðurin ansast. Eisini var stórur rabarbugarður. Hans Jákup var álitismaður, og alt hann hevði við at gera var snøgt, reinført og væl frágingið. Eisini fletti hann seyðin, gjørdi róma til hátíðardagar hjá Kjølbro, og um veturin var kavin væl grivin – eingin tilvild nakrastaðni. Tað vóru ófriðarligar tíðir í Klaksvík hesi árini, men i fjósið kundi tú koma, uttan at hoyra eitt kis um læknastríðið.

Ongin skuldi trú, at børn sluppu at vera í námind, tá eitt slíkt arbeiðsgrev sum Hans Jákup var í sving. Soleiðis var ikki. Hann hevði eitt vist tol við okkum. Virðingin fyri honum var so mikið stór, at tað mesta var eftir hansara treytum, vit aktaðu og gjørdu, sum hann segði. Nøkur lærdu at mjólka, vaska mjólkadunkar og mjólkimaskinu, at vera í hoyna , at vaska vembur, at sópa og at strigla neytunum, ið vóru ógvuliga snøgg. Básarnir vóru fejaðir hvønn dag, og tað munnu verða fleiri enn eg, ið minnast inniluftina, tá tú komst í fjósið undan kvøldmálinum. Flórurin sópaður og alt var spulað og sæðuspønir stroyddar í básar og á gongina aftanfyri flórin. Tað spruttaði ofta úr flórinum uppá veggin yvirav. Har var eisini spulað og ofta kálkað. Hans Jákup var so týðningarmikil í gerandisdegnum, at tá Bergljót Askhan, seymikona kom at passa jólastásið á okkum, fóru vit ikki úraftur, fyrren vit høvdu verið í fjósinum og víst Hans Jákupi stásið. Vit systkini hava nærum øll verið prátingarsom. Vit sluppu at práta og at spyrja , og Hans Jákup bæði lurtaði og svaraði og gloymdi ikki at formana okkum til at røkja skúlan. Vit fingu eisini nógv at vita um hansara lív. Jansy var ikki bert kona, men eisini starvsfelagi hansara. Hon røkti nógv á Vágsheygnum – henda fima, kurlandi og virkna kona. Tey fingu 3 børn Randi, Djóna og Ásu. Tá var óvanligt við vakstrarhúsið, men tað hevði Hans Jákup eisini bæði við grønmeti og reyðum rósum, og ofta summarblómur uttanfyri vakstrarhúsið. Grønar fingrar vóru tey tiltikin fyri í Trøllagili.

Tað tóktist so paradisist, tað sum Hans Jákup hevði við at gera. Hetta var barna- og ungdómsland okkara í 6 ára tíðarskeiðnum frá 1954 til 1960, og Hans Jákup var hetjan.

Vit hava fylgt við Hans Jákupi, síðani hann fór av Biskupstøð, og vit syrgdu við honum, tá hann misti Jansy í bestu árum. Saman við klaksvíksingum hava vit fegnast um virksemi og úrslit hansara sum býargartnari, og ikki minstm um perluna úti í Grøv. Ei undur í, at abbasonurin gongur í hansara fetum. Virðligari fyrimynd til arbeiðis, skalt tú leita leingi eftir.

Í fjørsummar vóru systir og eg ørindir í Klaksvík. Nógv var broytt hjá okkum, tí mamma okkara ikki var longur. Vit vistu, at nú fór at verða longri millum ferðirnar til Klaksvíkar, men eitt var eftir, og tað var at vitja Hans Jákup. Næstan hálvthundrað ár, síðani vit sótu har í køkinum á Vágsheygnum. Í sinni var hann hin sami, og vit skemtaðust og mintust gamlar dagar. Eisini hesaferð hevði hann nakað at leggja okkum eina við, tá vit fóru:
“minnist til at semjast, nú tit enda búgvið hjá foreldrum tykkara.” Eg kendi tað, sum hann alsamt hevði ta umsorgan fyri okkum, sum vit upplivdu, tá vit vóru børn á Biskupsstøð.

Tá vit fóru, vistu vit, at vit fóru ikki at síggja ” Sjakki” hjá Dáva aftur, men tað var ein frálík løta.

Friður fylgi minninum um Hans Jákup hjá Dáva

Karin Kjølbro