– Tá ið ein badmintonspælari hevur lært teir grundleggjandi teknikkirnir og rørslurnar í spælinum, verður tað nógv lættari at mennast sum spælari, sigur Aritra Nandy, landsliðsvenjari hjá Føroyum.
Aritra Nandy úr India, sum júst er fyltur 41 ár, hevur sjálvur spælt badminton alt sítt lív, har hann m.a. hevur verið á landsliðnum hjá Indiu.
Harumframt hevur Aritra nú í nøkur ár arbeitt sum venjari, bæði her í Føroyum eitt skeið fyri nøkrum árum síðan og í Danmark í Aalborg, har hann var venjari hjá tveimum badmintonfeløgum.
Her er viðmerkjast, at bæði India og Danmark eru millum heimsins allarfremstu badmintontjóðir,
Eingin ivi er tí um, at maðurin veit, hvat hann tosar um, tá tað snýr seg um badminton, og hann sá eisini út til at hava nógv at fortelja teimum umleið 20 børnunum, sum vandu í Klaksvíkar Badmintonhøll.
– Tað mest umráðandi er, at tey læra teir grundleggjandi teknikkirnar og rørslurnar í spælinum, tí so verður tað so nógv lættari hjá teimum at menna seg sum badmintonspælarar.
– Um ein spælari hinvegin ikki lærir rættan teknikk, so fer tað at avmarka menningarmøguleikarnar, og tí er tað grundleggjandi arbeiðið so umráðandi, og tað er fyrst og fremst tað, sum hendan venjingarlegan snýr seg um, segði Aritra, sum í september varð settur sum nýggjur badmintonlandsliðsvenjari hjá Føroyum.




