Harleywoodpaint
Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

J-dagur 7. Novembur 2008

Oliver Joensen

J-dagur, er dagurin tá jólabryggið kemur út. Jólabryggj frá Føroya Bjór og Restorff`s Jólatrøll koma út fríggjadagin 7. Novembur 2008.

Jólabryggj er heldur dimmari bjór. Smakkurin er frískur, kryddaður við góðum malt- og humlusmakki.
Jólabryggið frá Føroya bjór, ið er tað góða gamla vit kenna, hevur í fleiri ár vunnið heiðurin sum tað besta í kongaríkinum. Restorff´s Jólatrøll er ein meira kryddað bjór.

Jólabryggj fyri allar gómar
4 Føroysk jólabryggj á marknaðinum í ár. Seinni í ár koma tvær meira kryddaðar jólabjór, bert bryggjað í avmarkaðari nøgd. Hesi eru bryggjaði eftir Belgiskum íblástri, við fleiri spennandi natúr kryddaríum umframt úrvaldari humlu og eisini Kvann sum føroyskt krydd í aðrari.
Talan er um eina Green Islands Special og X-MAS 1888. Hesi sløgini hava meira fyllu í smakkinum.

Jólabryggj og matur
Jólabryggj riggar væl til ræst kjøt, riv og allan góðan føroyskan mat. Eisini til gás ella fleska- og oksasteik. Til kryddaðan mat riggar jólabryggj eisini, men kann eisini bara njótast í góðum selskapi.