Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Trivnaður & Rakstur

John William Joensen

Tað er at fegnast um at sitandi býráð megnaði at hava Frítíðarskúlan og Atlantis opnan. Hett er góður trivnaðarpolitikkur.

Skilji at sitandi býráð vil hava ráðgeva úr Danmark at kanna støðuna hjá Kommunun og koma við loysnum. Hetta er als ikki neyðugt vit hava ein góðan og valútbúnan fíggjarleiðara í kommununi. Støðan hjá Kommununi er útav lagi vánalig og er tað ikki ávísir flokkar í hava skulduna av hesum, men teir persónar í hava atkvøtt fyri at økja rakstur og gerða stórar íløgur soleiðis at kommunan í dag hevur ovurhánds gjaldføris trupulleikar. Tað er ikki fíggjarstýringin í dag sum er problemið, men komandi búskaparstýringin av rakstri kommununar. Tað ber ikki til at kommunan hevur ein rakstur sum er 72% av inntøkunum. Hetta nýtist eingin eksternur ráðgevi at siga okkum. Kommunan má verðulig fara inn og spara innan fleiri økir og ikki mynst innan umsiting. Hetta er altið keðiligt, men skal luft aftur koma í kommunkassan og gjaldføri betrast er hetta neyðugt. Tað ber ikki til at kommunan ikki hevur nøktandi gjalføri og er neyðugt at fáa loyst hetta í samrað við fíggjarstovnar. Fíggjarstovnarnir kunnu bert hava álit á kommununi um hon verðuliga vísir at hon megnar at skerja í umsiting og rakstri. Tú kanst lesa meira á www.omlassen.com