Bestu liðini hjá Havnar Telvingarfelag og Klaksvíkar Talvfelag telvdu javnt 2-2 í 4. umfari og liggja nú púra jøvn á fyrsta plássi saman við Sandavágs Talvfelag, har tey 3 oddaliðini hava 9½ stig í part.
Talvklassikarin millum Havnina og Klaksvík í 4. umfari, sunnudagin 2. november 2008, endaði við javnleiki 2-2.
Manningarnar vóru bæði sterkar og spennandi, har fleiri av Føroya sterkastu talvnøvnum sótu við borðini.
Við 1. borð sótu havnarmaðurin Martin Poulsen og klaksvíkingurin Heini Olsen, sum fyri stuttum báðir luttóku í Klaksvík International 2008, har Heini fekk besta úrslitið av føroyingunum.
Hesaferð endaði dysturin millum teir báðar við javnleiki, tvs. at teir fingu hálvt stig í part.
Við 2. borð sótu tvey onnur sterk talvnøvn, Helgi Dam Ziska úr Havn og Ólavur Simonsen úr Klaksvík, og hóast Helgi óivað mundi vera favoritturin hjá teimum flestu at vinna hetta talvið, so ætlaði Ólavur tað øðrvísi. Dysturin endaði við javnleiki, so aftur her bleiv tað til eitt hálvt stig til hvønn telvaran.
Finnbjørn Vang, sum tann 8. november rundaði tey 30 árini, legði væl upp til pipardagin við Kirkjubrekku við at vinna sítt talv, sum var á 3. borði ímóti Herlufi Hansen úr Havn.
Á 4. borði gjørdist úrslitið júst tað øvugta, tí har vann havnarmaðurin Hjalti T. Jógvansson á klaksvíkinginum Terja Petersen, og soleiðis gjørdist úrslitið av hesum áhugaverda dystinum ein samanlagdur 2-2 javnleikur.
—
Samstundis vunnu Sandavágsmenn við Olafi Berg á odda 3-1 á næst besta havnarliðnum, og harvið legði Sandavágs Talvfelag seg á odda í 1. deild við sama stigatali sum Havnin 1 og Klaksvík 1.
—
Triði dysturin í 1. deild í 4. umfari var í Vestmanna, har besta heimaliðið vann 2½ – 1½ á næst besta klaksvíkarliðnum, Klaksvík 2.
Stigini til Klaksvíkar vórðu vunnin av Rana Nolsøe, sum á 1. borði fekk ein flottan javnleik ímóti altjóða meistaranum, John Rødgaard.
Tað heila stigið varð vunnið til Klaksvíkar á 3. borði, har Tummas Martin Sólsker vann á Samson Højgaard.
Hinir báðir klaksvíkingarnir, sum vóru í sving fyri Klaksvík 2 hendan dagin, vóru tveir av teimum yngru í felagnum: Rani Baldursson tapti á 2. borði fyri Carl Eli Nolsøe Samuelsen, og Rógvi Dragaberg var eisini við undirlutan á 4. borði, har hann telvdi ímóti Kára Durhuus.
—
Úrsltini í 4. umfari í 1. deild vóru annars hesi:
4. umfar, 2. november 2008 kl. 14:00
Havnin 2 – Sandavágur 1 1 : 3
Jacobsen Súni-Berg Olaf 0 – 1
Hansen Birgir-Nielsen Torkil ½ – ½
Joensen Óli-Nielsen Rógvi E. 0 – 1
Dalsgarð Arnbjørn Ó.-Augustinussen Bernhard ½ – ½
Havnin 1 – Klaksvík 1 2 : 2
Poulsen Martin-Olsen Heini ½ – ½
Ziska Helgi Dam-Simonsen Ólavur ½ – ½
Hansen Herluf-Vang Finnbjørn 0 – 1
Jógvansson Hjalti T.-Petersen Terji 1 – 0
Vestmanna 1 – Klaksvík 2 2½:1½
Rødgaard John-Nolsøe Rani ½ – ½
Samuelsen Carl Eli N.-Baldursson Rani 1 – 0
Højgaard Samson-Sólsker Tummas M. 0 – 1
Durhuus Kári-Dragaberg Rógvi 1 – 0
Støðan í 1. deild eftir 4 umfør:
1 Sandavágur 1 9,5 stig
2 Havnin 1 9,5 stig
3 Klaksvík 9,5 stig
4 Vestmanna 8,5 stig
5 Klaksvík 2 7,0 stig
6 Havnin 4,0 stig




