Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jógvan við Keldu, fyrrverandi borgarstjóri svarar: Klossuti advokaturin

John William Joensen

Advokaturin Aksel V. Johannesen setur seg ikki inn í mál áðrenn hann “írættisetur”. Fer ótespuliga eftir persóninum heldur enn eftir málinum.

Ígjár ringdi ein vinmaður mín og spurdi, um eg hevði lisið ótespuliga álopið á net-Norðlýsinum frá advokatinum og javnaðartingmanninum Aksel V. Johannesen.
– Hugdi at greinini, hugsaði, eg verði helst noyddur at gera nakrar rættleiðingar.

Fyrsta treyt fyri áliti á sakførara er, at hann setur seg inn í málið. Onnur treytin er, at heldur hann seg ikki beinleiðis til sannleikan, er tað klossut!

Rætt er, at eg var borgarstjóri frá 1981-1988 og aftur frá 1993-2000. Eisini er rætt, at føroyska samfelagið alt sum tað var, kom út í búskaparligt og fíggjarligt ódnarveður, har bankar, landskassin, vinna, mentanarátøk og kommunur komu illa fyri.

Einasta fyritøka, sum ikki varð sanerað, vóru ávísar kommunur, m.a. Klaksvíkar Kommuna. Hinvegin var hon við lóg noydd at gjalda inn í Kommunala Lánigrunnin, soleiðis at javnaðarstýrið í Suðuroynni, kundi bjargast. Ikki var verri statt enn tað.

Lat meg minna advokatin á, at fyrra umfarið eg ráddi fyri borgum, lá raksturin á upp móti 40% av inntøkuni og seinna átta ára skeiðið millum 40 og 50%, meðan peningurin fór til íløgur, sum núsitandi býráðsleiðsla seinastu átta árini hevur kunnað bygt víðari á, uttan tíverri at leggja nakrar ætlanir fyri framtíðina.

Seinastu árini, har javnaðarflokkurin eisini hevur rátt fyri borgum ávísa tíð, hevur raksturin ligið millum frá 50 prosentum og upp ímóti 80 prosentum av inntøkuni.

Peningurin fór til íløgur
Í 1980unum útstykkjaðu vit ikki færri enn 400 grundstykkir, gjørdu hóp av vegum, fólkatalið vaks. Seinastu átta árini, nú raksturin er farin við skattakrónunum, eru bert útstykkjað 70. Hetta kann eisini vera áminning til núsitandi borgarstjóra, sum hvørja ferð hann er á trongd, tosar um “fyri 15 árum síðani”, heldur enn at hugsa frameftir!

Afturat skal sigast, at í hesum árum kveiktust Norðoyatunnilin, Klingrugarður, projektið Miðbýurin o.m.a. Í 1993 – 2000 settu vit á at gera eldraumhvørvið uppi á Grashjalla, Norðhavnina og so mangt annað. Tá ráddu visjónir!

Tá advokaturin sigur, at Javnaðarflokkurin ruddaði upp aftaná 1988, verið eg noyddur at rættleiða hann. Javnaðarflokkurin sat sum “ryssa yvir deyðum fyli” í heili fýra ár, samstundis, sum teir avreiddu bókhaldið til Føroya Banka í heili fýra ár. Løgdu seg skerflatar fyri Føroya Banka. – Eg saman við míni samgongu gjørdu upp við Føroya Banka í 1993. Tað var “glymur dansur”!Tað fyrsta var at fáa bókhaldið aftur í húsið.

Nei, advokaturin skal seta seg inn í mál áðrenn “írættisetur”! Tosa satt, vera realistiskur, fara eftir málinum heldur enn manninum. Men tað duga summi fólk ikki.

Hugnaligur valdagur er, tí sleppir advokaturin so væl. Tí nógv átti at verið lagt afturat.

Men eg fari at takka honum fyri, at hann gav mær høvið til enn einaferð at biðja allar klaksvíkingar standa saman við Fólkaflokkinum. Her verða lagdar framtíðarætlanir, her verða ætlanir framdar í verki og Fólkaflokkurin rennur ikki frá, um brotasjógvar koma. Fólkaflokkurin hevur eisini eitt gott og sterkt bakland.