Suðuroyar Sjúkrahús er umsitingarliga ógvuliga væl rikið og er tað tí óskiljandi hví tað nú skal eisini leggjast undir umsitingarliga ruðuleikan, sum hevur rátt á Landssjúkrahúsinum í nógv ár, skrivar Jan Jespersen, yvrilækni
Eingin kann siga suðuroyingar ringar fyri, at teir í hesum døgum kenna seg ótryggar við støðuna innan føroyska heilsuverkið
Eg havi hug at gera nakrar viðmerkingar til nýggju ætlanina í sjúkrahúsverkinum um at seta ein nýggjan skjúkrahússtjóra.
Tað er ikki so lítil øsing sum er skapt í sjúkrahúsverkinum, nú hendan ætlan skal fremjast.
Eitt sjúkrahúsverk er ein ógvuliga kompicerað institutión við starvsfólkum frá ymiskum samfelagsbólkum, herundir eisini serfrøðingum á ymiskum økjum.
Nýggja ætlanin byggir ikki á eitt álit frá serfrøðingum, men er gjørt av tveimum leiðarum í sjúkrahúsverkinum, sum báðir meira ella minni hava spælt fallit.
Størsti parturin av hesum áliti er rein avskriving áðrastaðni frá. Kapitil 7 í álitinum um bygnað og virksemið er tó skrivaður av hesum báðum persónunum.
Essurin í ætlanini er, at nú skal aftur setast ein sjúkrahússtjóri við sera umfatandi heimildum, tó so at tann eini av fadrunum til ætlanina altíð skal hava møguleika fyri at steðga honum, nú hann er avanseraður til aðalstjóra.
Høvuðssuppgávan hjá nýggja sjúkrahússtjóranum er at fremja alt tað, sum tann eini av høvuðsmonnunum aftanfyri álitið – ikki hevur megnað sjálvur, hóast hann nú hevur hægri “charge” enn nýggi sjúkrahússtjórin og eina nógv størri administratión, enn tann nýggi sjúkrahússtórin fer at hava.
Eftir míni meting hevur hesin nýggi sjúkrahússtjórin ongar møguleikar fyri at loysa allar hesar uppgávur og tí vil hetta vera ein táta.
Man hevur varhugan av, at hetta skal síggja út sum at landsstýrismaðurin ger nakað munagott við sjúkrahúsverkið og so ganga helst nøkur ár afturat, har sjúkrahúsverki bara versnar, meiri peningur verður oyddur burtur í umsiting og aðalstjórin hevur parkera allar trupuleikarnar hjá hesum nýggja sjúkrahússtjóra.
Tað vil so viðføra at umsitingin hjá aðalstjóranum onga serliga uppgávu hevur, og kann ganga og dusa sær.
Stóra umsitingin á LS kann eisini ganga og hugna sær, tí tey hava í veruleikanum onga stóra uppgávu heldur.
Man kundi latið hetta alt farið aftur við borðinum, og so bíðja til nýggi sjúkrahússtjórin hevur rent seg fastan. Hinvegin so vil hetta ørkymla alt sjúkrahúsverki og heldur vil effektiviteturin versnað enn batnað.
Tað er púra klárt at samstarv má uppstanda millum læknar og onnur sum hava áliti á hvørjum øðrum og eitt slíkt samstarv kann ikki dikterast omanífrá.
Í nógv ár hevur sjúkrahúsverkið bara verið í bíðistøðu. Landssjúkrahúsið hevur havt fleiri umsitingarligar stjórar og fleiri læknastjórar og sjúkrasystrastjórar.
Tey flestu av hesum stjórum hava ikki havt innlit í at leiða sjúkrahús og tí eru fleiri ár farin bar við at bíðja eftir at hesi fólk seta seg inn í tingini, alt ímeðan sjúkrahúsverkið bara sindrast.
Suðuroyar Sjúkrahús er umsitingarliga ógvuliga væl rikið. Tað er tí eitt sindur óskiljandi hví tað nú skal eisini leggjast undir sama skilaloysi sum hevur rátt á LS í nógv ár.
Jan Jespersen, yvirlækni




