Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Time-out ella ikki

John William Joensen

Í framhaldi av tíðindaskrivi mínum í morgun skal eg siga frá, at flokkurin hevði fund á miðdegi í dag.

Jógvan Arge
býráðslimur

Har varð staðfest, at tað var ongin grund til at skunda sær meir enn neyðugt at fáa samgongusamráðingarnar við Javnaðarflokkin frá hondini, tí her eru nógv mál, sum mugu vendast.

Hetta snýr seg hóast alt um samarbeiði í tjúkkum og tunnum í heili fýra ár.

Vit samdust um, at tann ætlaði samráðingarfundurin kl. 15.00 um samgonguskjalið sum heild skuldi verða útsettur, meðan tvey umboð fyri Tjóðveldi tá skuldu fara á fund við tvey umboð fyri Javnaðarflokkin at viðgera ein tann størsta knútin í møguligum samarbeiði við Javnaðarflokkin.

Hesin knútur er spurningurin um, hvussu samgonguflokkarnir verða javnbjóðis umboðaðir í dagliga politiska arbeiðnum á Vaglinum. Spurningurin er reistur í ljósinum av gongdini í farna valskeiði, sum týðuliga vísir, at fólkaræðisligt undirskot er í skipanini hjá Tórshavnar kommunu.

Eg meinti vit vóru samd um, at hetta var tað, sum málið snúði seg um í dag. Tað
var eitt slag av time-out at fara í beinleiðis samráðingar um ein av høvuðsspurningunum burturav til tess at tryggja okkara lut í samgongusamstarvinum frá 1. januar, áðrenn samgonguskjalið annars verður gjørt liðugt.

Áðrenn nakað er frætt um, hvat komið er burtur úr hesum fundi, síggi eg á Portalinum, at Bogi Andreasen verður endurgivin fyri at siga, at um hann (Jógvan Arge) ikki hevur hug at samstarva við Tjóðveldi og Javnaðarflokkin, er hann vælkomin at fara úr.

Hetta tilboðið havi eg bert fingið umvegis Portalin og ikki á floksfundinum á miðdegi. Gangi út frá, at floksfelagin er yvirtulkaður og at hann forklárar seg nærri.

Harleyfacadeacryl