Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkingar vesturi í Zarepta á vikuskiftislegu

(Norðlýsið ÍTROTTUR)

Frá fríggjakvøldinum til sunnudagin vóru umleið 30 familjur úr Klaksvík og hildu vikuskifti saman í leguhúsinum Zarepta vesturi í Vágum.

Tíðin, sum vit liva í, er eyðkend av, at fólk yvirhøvur eru nógv upptikin av arbeiði og øðrum skyldum uttan fyri heimið, og av tí sama er tíðin, har familjan eru saman sum familja, mangan avmarkað.

Harumframt er tíðin í dag merkt av miðlum, telduspølum, telefonum og øðrum hentleikum og tøkni, sum leggja hald á stórar partar av frítíðini hjá familjunum.

Undir hesum umstøðum ræður um at geva familjum høvi at fara burtur frá tí dagliga , har hugni og felagsskapur er í miðdeplinum, bæði fyri yngri og eldri, foreldur og børn.

Júst hetta var endamálið við leguni, sum fólk úr Samkomuni í Betesda, Klaksvík, skipaðu fyri farna vikuskifti.

Eins og onnur leguhús av hesum slag er Zarepta í mestan mun frítt fyri tað tøkni, teldur v.m., sum í dag eyðkenna flestu heim, og ein slík lega verður tí munandi øðrvísi enn dagligdagurin hjá teimum flestu, har latið verður upp fyri øðrvísi og avvekslandi virksemi.

Umframt hjálparfólk vóru umleið 30 familjur við børnum við á hesari leguni, tær flestu vóru yngri familjur við børnum, sum ganga í sunnudagsskúla.

Fyri at geva náðir til hugna var skráin fyri vikuskiftið ikki so tøtt sum á øðrum legum av slíkum slag.

Salurin var hetta vikuskiftið fyri tað mesta brúktur til ymiskt virksemi og spøl hjá børnunum gjøgnum allan dagin. Onkrar skipaðar løtur vóru eisini við søgum, sangi, barnasjónleiki og felags spæli, sum var ógvuliga hugnaligt.

Nakrir tímar góvust eisini til undirvísing av foreldrum o.ø. tilkomnum, samstundis sum børnini vóru til annað virksemi.

Evnini, sum vórðu umrødd saman við foreldrunum vóru ymisk, men øll áhugaverd á hvør sín hátt.

Leygarmorgunin hevði Símun Absalonsen tveir áhugaverdar “skúlatímar” har hann umrøddi eitt evni, sum hann nevndi: “religión mótvegis relatión”, leygarkvøldið, táið tey smáu børnini vóru farin til songar, greiddi Henny Gerðalíð Nielsen frá sínum hugsanum um aktuella evnið: “at vera foreldur hjá tannáringi”, og sunnumorgunin vóru teir seinastu tveir inspiratiónstímarnir fyri foreldrini á skránni, tá ið toftamaðurin Jens Olsen m.a. setti fram og lýsti áhugaverda spurningin: “Hvørjar gávur havi eg? Hvussu brúki eg mínar gávur? Hvat fái eg burturúr at brúka mínar gávur?”

Sjálvbodnu kokkarnir í køkinum og matarhøllini borðreiddu enn einaferð við mongum fyrstafloks máltíðum, sum gjørdi sítt til at eyka um hugnan á leguni.

Eftir ein rættan sunnudagsdøgurða varð riggað av, og seinnapartin sunnudagin løgdu tær umleið 30 klaksvíksfamiljurnar leiðina aftur til Heimstaðin, har dagligdagurin og ein nýggj skúla- og arbeiðsvika bíðaði eftir teimum.

– – –

Nógv er broytt, síðan Hans Andrias Djurhuus í 1915 yrkti hendan sangin um tann dagligdagin, sum hann fór út í, men kortini er so mangt í hesi væl skrivaðu yrking, sum er viðkomandi fyri dagin í dag:

Guð, tú ið tendraði mána og sól,
gav øllum livandi anda,
og var í vanda vár verja og skjól,
bjargaði okkum úr vanda.
Signa tú verkið, vit gera í dag,
gev okkum gleði og lær okkum tað:
Sterk móti syndum at standa.
 
2. Signa várt eyga, at bara tað sær
tað, ið er gott og kann menna.
At tú ert altíð í neyðini nær,
lat okkum føla og kenna.
Legg okkum góðsku í hjarta og sál,
leið okkum, Harri, hvar gøtan er hál,
og har, ið áirnar renna.
 
3. Dagarnir koma og líða so brátt,
lær okkum tíman at nýta,
so at vit vinna við ævinnar gátt
skrúðið hitt skínandi hvíta.
Signa tú dagin og náttina við,
og ver tú altíð við okkara lið.
Lat okkum trygt á teg líta.
 
H.A. Djurhuus 1915.