Týskvøldið kl. 19:30 skipar Íverksetarahúsið fyri spennandi kunning um íverksetan og nýhugsan fyri allar eysturoyingar í býráðshøllini í Runavík.
Kvøldið byrjar kl. 19:45 við navnframa tónleika íverksetanum Hanusi G Johansen.
Klæmint Østerø, formaður í Vinnu- og havnarnevndini í Runavíkar býráði, bjóðar vælkomin og greiðir frá ætlanum á vinnuøkinum.
Síðani fer Annika Steintórsdóttir, heimasíðurøkil og verkætlannarfólk í Íverksetarahúsinum, at greiða frá virkseminum higartil.
Eftir tað tekur multi íverksetin Regin Dalsgaard yvir og greiðir frá sínum fjøltáttaða íverksetaravirksemi seinastu árini.
Kaffi, køkur og Hanus eru á skránni í støðginum.
Rani Nolsøe, stjóri í Íverksetarahúsinum, fer at tosa um og vísa amboð, sum gera tað lættari hjá íverksetum at koma í gongd, at yvirliva og menna seg víðari fram. Rani fer eisini stutt at greiða frá ætlanunum hjá Íverksetarahúsinum í 2009.
Fundurin endar uml. kl. 21:30.
Allir Eysturoyingar vælkomnir.




