Eftir stórsigur í næst seinasta umfarinum sunnudagin, skulu Føroyar í síðsta umfari týsdagin møta Sýrialand, sum eisini er styrkismett nakað veikari enn okkara landslið.
Føroyska talv-landsliðið borðreiddi við trivaligum stórsigri á Libanon í 10. umfari í OL í Dresden. Úrtøka á hvørjum borði, har sigurin gjørdist 3½-½.
10. Runde am 23.11.2008 um 15:00
Føroyar (FAI) – Libanon (LIB) 3½: ½
IM Ziska Helgi Dam – IM Eid Fadi 1-0
FM Olsen Heini – FM Khairallah Faisal 1-0
IM Rodgaard John – FM Somoff Abdo 1-0
Poulsen Martin – Sakr Nassim ½-½
Helgi Dam Ziska fekk rættiliga tíðliga í talvinum fyrimun, tá Eid Fadi forroknaði seg í ólukkumát.
Helgi telvdi síðani sigurin trygt til høldar.
Heini Olsen fekk somuleiðis greiðan fyrimun í tíðarneyðini, tá komið varð út í endaspælið.
Hevði ivaleyst fyrimun, men Faisal avgjørdi talvið skjótari enn neyðugt varð, tá hann misti býtismun.
Dagsins undirhaldi stóð Mr. OL – John Rødgaard – fyri.
Øgilig togan í miðspælinum, har tað kanska sá út til at John var nakað kroystur. Men tá fólkið varð býtt upp gjørdist støðan góð hjá John og hann fór eftir sigrinum við einari vakrari kombinatión, har hann lat rók fyri riddara og endaði við at hava heili 3 finnur fyri býtismunin.
Somoff vildi treyðugt góðtaka ósigurin og stríddist í langa tíð í einari vónleysari støðu, uppí móti teim 100 leikunum, har John tó ikki lat iva verða um úrslitið, hóast lítil og ongin tíð var eftir.
Talvið hjá Martini Poulsen endaði javnt við leikendurtøku – var helst ikki meir at fara eftir.
– – –
Í 11. og seinasta umfarinum í OL á hesum sinni, verður mótstøðutjóðin Sýrialand, sum er seedað nakað aftari enn Føroyar, nevnliga nr. 86 – áleið sama styrki sum Libanon.
Liðini liggja ávíkavíst nr. 72 og 73 í støðuni eftir 10 umfør.
Bæði í rating og í avriki higartil eru føroyingar á pappírinum sum heild omaná.
Tó sýnist mótstøðan serliga at fara at verða á 1. borði og hjá reservanum, sum er sterkast rataði men situr aftast á liðnum. Sjáldsamt.
Við sigrinum í dag, hálaðu vit okkum fram aftur á seedingsplássið hjá okkum – aftur á útgangsstøðið.
Vónandi endurtaka vit góðu taktirnar frá í dag, soleiðis at vit við einum sigri hálaða okkum fram í endastøðuna !
Mánadagur er frídagur ! Telvað verður týsdag fyrrapart.
Úrval – støðan eftir at 10 umfør eru telvd:
1. Armenia, 28. Noreg, 31. Svøríki, 35. Finland, 38. Danmark, 52. Ísland, 72. Sýrialand, 73. Føroyar …..154. Sierra Leone.
Møguleiki er fyri at fylgja við LIVE umvegis www.faroechess.com týsmorgun kl. 9.00!




