Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Westerbeekbókin framløgd

Oliver Joensen

Hósdagin í farnu viku, varð bókin Westerbeek løgd fram í Stóra Pakkhúsið í Vági. 70 av manningini gistu allan veturin ymsa staðni í Føroyum, eisini í Noroyggjum gistu nakrir.

Nógv fólk var komið saman at hoyra rithøvundan Mathias Lassen greiða frá um bókina og um tað megnar arbeiði ið liggur aftanfyri.

Í Gerðum búði ein hjá sýslumanninum Jacob Poulsen og ein hjá Jacob Zidtsche, ein búði í Upsølum hjá Peter Henricksen, á Oyri búði ein hjá Ole Erichsen, ein búði í Vági hjá Ole Olesen og Hans Joensen, á Blankskála búði ein hjá Joen Poulsen og á Viðareiði búði ein hjá prestinum Hr. Clement Jensen, ein hjá Niels Joensen og Jacob Absalonsen, íalt 8 menn í Norðoyggjum.

Cathrine Joensdatter sum var gift við Árant á Bø tænti í Lamba tá, og hon kom fyri barn við einum av manningini á Westerbeek, hon fekk tvillingar, men eydnan var ikki við henni, hon tænti í Gerðum tá skalvin leyp í 1745, og hon doyði saman við tvey ára gomlu tvillingunum.

Eisini í Vágum kon ung genta fyri barn og er hópur av eftirkomarum um alt landið frá hesari gentu og Bernt Schouten, timburmanni á Westerbeek.

Bókin er eitt megnar verk, hon telur 288 síður og kostar 320,00 krónur og fæst um alt landið.