Eins og undanfarin ár verður skipað fyri føroyskum jólaguds- tænastum, bæði á Ålesundsleiðini og í Oslo.
Í Ålesund er tað føroyingafelagið Tjaldur og í Oslo Norsk/færøysk lag, sum saman við føroyskum gudfrøðislesandi skipa fyri gudstænastunum.
Øll eru vælkomin til hesar gudstænastur og hugnaløturnar aftaná.
Fyrireikararnir vóna, at fólk møta fjølment eins og undanfarin ár.
Gudstænastan á Ålesundsleiðini verður í Ørskog kyrkje í Sjøholt leygardagin 29. nov. kl. 12:00.
Aftaná gudstænastuna verður farið inn á Kyrkjetorget, har gingið verður um jólatræið.
Eftir tað verður hugni við døgura, kaffi, køkum og einum góðum práti. Eisini verða sum vanligt er jólaheilsurnar tiknar upp.
Gudstænastan í Oslo verður eins og undanfarin ár í tí ensku kirkjuni, ið liggur í Møllegate 30 í Oslo.
Gudstænastan verður sunnudagin 14. des. kl. 14:00.
Tá ið gudstænastan er liðug verður kirkjukaffi í kjallaranum, har ein fær eina góða og hugnaliga løtu vid kaffi, te, køkum og einum góðum práti.




