Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Javnvág í tíðindaflutningin?

Oliver Joensen

Havi verið burturstaddur í arbeiðsørindum á fólkatingi, og gjørdist satt at siga eitt sindur kløkkur, tá eg afturkomin sá “matarleparnar” hjá Dimmu og Sosialinum í sølubúðunum týsdagin.

Høgni Hoydal

Í Dimmu varð yvirskrivtin um ein landstýrismann og møguligar trupulleikar á almennum døgurða uttanlands, sum eisini fylti tíðindini í øðrum miðlum. Men í Sosialinum var yvirskrivtin á matarlepanum, at “Tobbi roykti hassj!”

Nú kendi eg fleiri ára gomlu søguna um, at Tobbi roykti hassj óvart, tí hann hevði tikið skeivan ballpakka á eini kafé. Og í sjálvari greinini í blaðnum verður eisni greitt frá, at hetta er ein skemtilig søga, ið Torbjørn Jacobsen sjálvur hevði sagt frá á Rás2 hjá Miðlahúsinum.

Men soleiðis stóð søgan ikki fram á matarlepunum í sølubúðunum.

Tískil kann eg ikki koma til aðra niðurstøðu enn, at her er talan um onkra heilt serliga útgávu av annars týdningarmikla journalistiska hugtakinum “javnvág í tíðindaflutninginum”.