Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eik Banki ger klárt til móttøku fríggjadagin

(Norðlýsið ÍTROTTUR)

Hóskvøldið var nógv fólki í og kring nýggja deildarbygningin hjá Eik Banka í Klaksvík, sum hevur almenna móttøku fríggjadagin kl. 15.

Hóast tað var vorðið seint hóskvøldið, so var framvegis nógv fólk á nýggju deildini hjá Eik Banka í Klaksvík, har elektrikarar, timburmenn, málarar, reingerðarfólk, bankafólk o.o. hvørt um annað stríddust við at fáa tað síðsta upp á pláss, so klárt verður at hava móttøkuna fríggjadagin kl. 15:00.

Alt verður ikki 100% liðugt til ta tíð, men tað nógva tykist nú at verða komið undir land.

Fríggjadagin kl. 15:00 letur Eik Banki fyri fyrstu ferð upp í egnum hølum í Klaksvík – ein søguligur dagur, sum er byrjanin til eitt nýtt kapittul fyri Eik Banka, Klaksvík og Norðoyggjar.

– – –

Heimasíðan hjá Eik Banka, www.eik.fo, skrivar soleiðis um móttøkuna og upplatingina av  hesum nýggja deildarbygninginum:

Eik hevur móttøku í Klaksvík fríggjadagin

Mánadagin 1. desember 2008 kl. 09.30 letur Eik Banki í Klaksvík upp í nýggjum og prýðiligum deildarbygningi í miðbýnum í Klaksvík.

– Vit eru øll spent her norðuri og gleða okkum serliga at kunna bjóða kundunum virðiligar, góðar og nýmótans umstøður, tá teir gera forrætningar her, ella vit veita fíggjarliga ráðgeving, sigur Hilmar Sam Lamhauge, leiðari á deildini hjá Eik í Klaksvík.
 
Fríggjadagin 28. november kl. 15.00-17.00 verður almenn móttøka í Klaksvík. Øll eru hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvið, har okkurt gott verður til góman, og høvi verður at heilsa upp á fólk úr Eik.
 
Hósdagin 27. november kl. 13.00 letur verandi deild í Klaksvík aftur.

Sum myndin omanfyri vísir, er arkitektoniska úttrykkið hjá Eik í Klaksvík spennandi, og deildin er sjónlig – bæði um dagin og eftir, at skýmingin liggur um bygningin í miðbýnum í Klaksvík.