Mikukvøldið spældu Team Klaksvík og eitt styrkt 1. deildarlið hjá H71 steypakappingardyst, har klaksvíkingar vóru við í ein hálvleik, men so skrædnaði, og teir taptu stórt.
Tað var ikki rætt, sum vit skrivaðu undan hesum dystinum, at talan var um besta liðið hjá H71, sum kom norður at spæla ímóti Team Klaksvík mikukvøldið.
Rætta upplýsingin er, at hetta var 1. deilarliðið hjá felagnum, altso tað næstbesta liðið hjá hoyvíkingum, men tá ið tað er sagt, so má leggjast afturat, at liðið, sum kom norður mikukvøldið, var nakað væl sterkari enn í vikuskiftinum frammanundan, tá ið H71 eisini møtti Team Klaksvík í landskappingini.
Til hendan dystin høvdu hoyvíkingar styrkt sær um 1. deilarliðið við tveimum av leikarunum í besta hópinum hjá felagnum, sum spælir í besetu deildini, Atlantic Airways deildini.
Hetta merkti eisini dystin mikukvøldið, serliga í seinna hálvleiki, tá ið H71 fór frá Team Klaksvík.
Tað má her viðmerkjast, at hóast tað er lógligt, so er tað ikki serliga hugaligt og motiverandi fyri lið sum Team Klaksvík, at tey stóru feløgini, við lógini í hondini, kunnu flyta leikarar niður úr besta hópinum til teir avgerandi dystirnar hjá teirra næst besta liði, so sum í hesum dystinum í steypakappingini.
Team Klaksvík var, sum nevnt, væl við í fyrra hálvleiki, og hóast teir móti endanum av hesum hálvleikinum komu eini 4 mál afturút, so kempaðu teir seg uppaftur næstan javnt, tí úrslitið í hálvleikinum gjørdist 12-13 til gestirnir.
Í seinna hálvleiki misti Team Klaksvík fullkomuliga takið og gjørdi alt ov nógv mistøk, og førdi hetta til, at teir bert fingu 1 mál í 18 minuttir og samanlagt bara 5 mál í øllum seinna hálvleiki!!!
So var dysturin avgjørdur og endaði heilið 17-29 til H71.
Hetta var í steypakappingini, og sambært www.team-klaksvik.com so var hýrurin á Team Klaksvík leikarunum eftir dystin ikki merktur av hesum úrslitinum.
Tað skilst á monnum, at tað er landskappingin, sum telur, og um menn nú fara at spæla, sum teir gjørdu í fyrra hálvleiki mikukvøldið, so kemur vend í heilt skjótt.
Liðið hjá Team Klaksvík var mikukvøldið hetta:
Bent
Andrass
Jón 2
Sámal 2
Meinhardt 1
Dánjal 8
Beinur 1
Steffan 3
Jógvan
Rógvi
Niclas




