Harley
Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sprintkappingin ‘Klaksvík National’ leygardagin: Pál Joensen verður við í Klaksvík National 2008

Norðlýsið ÍTROTTUR

Fleiri av allar fremstu svimjarum Føroya verða við í sprintkappingini, Klaksvík National, í Klaksvíkar Svimjihøll nú leygardagin.

Tey, sum ynskja sær at uppliva og síggja Føroya fremstu svimjarar live, kunnu leggja leiðina í svimjihøllina í Klaksvík leygardagin.

Henda svimjikappingin, sum verður nevnd Klaksvík National, hevur altjóða dám bæði við ljósshowið, DJ og stórskýggja har møguleiki er at síggja endaspurtarnar í slow motion.

Sostatt er hon løgd til rættis so undirhaldandi, sum tað kann lata seg gera, har kappast verður á 50 og 100 metrunum, umframt blandaðari liðsvimjing. Hetta ger, at hvør einstøk kapping tekur stutta tíð og hevur høgan intensitet.

Millum kappsvimjararnar, sum fara at luttaka í hesi kappingini, eru eitt nú fylgjandi:

Úr SUSVIM – Suðuroyar Svimjifelag:
 
Kvinnur
 
Ann Mari Midjord:
50m: Firvald, Rygg, Bringa, Frí. 100m: Blandað, Firvald.
 
Erna Katrin Olsen:
50m: Firvald, Rygg, Bringa, Frí.  100m: Frí.
 
Guðrun Mortensen: 
50m: Firvald, Rygg, Bringa, Frí.
 
Hanna Ryggshamar Nysted:
50m: Firvald, Rygg, Bringa, Frí. 100m: Frí.
 
Helena Strøm Sævarsdóttir:
50m: Rygg, Frí. 100m: Frí, Blandað, Rygg.
 
Kristina Elin Thomsen:
50m: Firvald, Rygg, Bringa, Frí.
 
Malan Vitalis Bærendsen:
50m: Bringa.  100m: Bringa.
 
Mona Simonsen:
50m: Firvald, Rygg, Bringa, Frí. 100m: Bringa, Frí, Blandað, Firvald, Rygg.
 
Oddný Thomsen:
50m: Firvald, Rygg, Bringa, Frí.  100m: Frí.
 
Sára Müller:
50m: Firvald, Bringa, Frí.     100m: Bringa, Frí, Blandað.
 
Tanja Skaalum:
50m: Firvald, Rygg, Bringa, Frí.  100m: Bringa.
 
Tórunn Müller:
50m: Firvald, Bringa, Frí.
 
Menn
 
Danjal Martin Hofgaard:
50m: Firvald, Bringa, Frí.  100m: Bringa, Frí, Blandað.
 
Eyðbjørn Joensen:
50m: Firvald, Rygg, Bringa, Frí.
 
Jón Hofgaard:
50m: Bringa, Frí.   100m: Bringa, Frí.
 
Pál Joensen:
50m: Firvald, Bringa, Frí.  100m: Bringa, Frí, Blandað, Firvald.
 
Sofus Bech:
50m: Firvald, Rygg, Bringa, Frí.  100m: Frí, Rygg.
 
Harumframt eru trý lið meldaði til 4x50m Blandað.

Úr Ægir eru hesir svimjarar:

Gunn Joensen
Monika Biskopstø
Alvi Hjelm
Sigmund Mørkøre
Bjarni M. Petersen
Cecilia Eysturdal
Krista Mørkøre
John Viljam Johannesen

Svimjarar í bólki 2, 1, junior og senior eru bodnir við til kappingina.

Til 50 m. kappingarnar sleppa 6 teir bestu svimjararnir úr hvørjum bólki víðari at kappast í finaluni sum vera um kvøldið.

100 metrarnir verða opnar kappingar og skerdar til tveir riðlar sum verða svomnir beinleiðis leygarmorgunin.

Kappingin byrjar kl. 9.00 leygarmorgunin og svomið verður til kl. ca. 12.30

Finalurnar seinnapartin byrja kl. 17.30 og enda umleið kl. 20.30

Vinningar til nr. 1 – 2 – 3:
Nr. 1: Gávukekk kr. 300,- frá Norðoya Sparikassa
Nr. 2: Gávukort kr. 200,- frá SPORTMASTER í Klaksvík
Nr. 3: Gávukort kr. 100,- frá SPORTMASTER í Klaksvík

Vinningar til stafettirnar:
Nr. 1: 4 gávukort kr. 250,- frá INTERSPORT + steyp til ognar
Nr. 2: 4 gávukort kr. 150,- frá INTERSPORT + steyp til ognar
Nr. 3: 4 gávukort kr. 100,- frá INTERSPORT + steyp til ognar

Hugnaløta í Skálanum
Í steðginum ca. kl. 12.30 verður døgverði í Skálanum fyri øllum svimjarum, leiðarum, hjálparfólkum og annars øllum sum hava áhuga fyri svimjing, kostnaðurin er 100 kr. fyri hvønn. Tað verður borðreitt við einum lekrum døgverða og onkrum góðum omaná.

Formaðurin í Svimjisambandinum Jón Hestoy kemur at greiða frá um Føroyska svimjing frá tiðini hann byrjaði at svimja og fram til dagin í dag, eisini kemur hann at vísa myndir.

Felagssangur verður eisini á skránni og verður tað Torkil Mørkøre sum skipar fyri tí.