Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ársins Rósa – Jólaskipið

Oliver Joensen

Vit heita á lesarar okkara um at koma við uppskotum um Ársins Rósu í Klaksvík, í samband við tiltakið “Jólaskipið”.

Aftur í ár verður Jólaskipið á skránni. Hetta tiltak sum hevur verið sera væl móttikið, serstakliga av børnunum, er vorið ein fastur táttur í jólahaldinum.
Fyri nøkrum árum síðani kom hugskotið um at leggja lítla klípið "Ársins rósa" afturat hesum tiltaki, og eisini hetta hevur fingið góða undirtøku.
Vit fara at heita á tykkum, um at senda uppskot til Ársins rósu, til Norðlýsið, box 58, 700 Klaksvík, við frámerkinum "Ársins rósa".