Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Finnur farin

John William Joensen

Á middegi í dag komu tungu boðini um, at Finnur Helmsdal hevði latið eyguni aftur fyri seinastu ferð, bert 56 ára gamal, skrivar heimasíðan hjá Tjóðveldi

Finnur bardist til tað seinasta við dyggari hjálp frá konuni, Jóruni, børnum, abbabarni, familju og vinum, eftir at hann hevði fingið staðfest herviliga sjúku.

Og Finnur tók til seinastu ond eisini lut í at stríðast fyri sínum hugsjónum og at mynda ta samfelag, hann tænti so dyggiliga og setti so nógv eftir seg í – uttan mun til, um hann var í Kina ella í Føroyum.

Finnur Helmsdal sat á tingi fyri Tjóðveldi frá 1998-2002 og varð aftur valdur á ting frá 2004-2008. Hóast sjúku, helt Finnur fram við sínum virkna tingarbeiði til 15. september í ár, tá táverandi samgonga slitnaði.
Eisini umboðaði Finnur eitt skifti Tjóðveldi í Tórshavnar Býráð. 

Les meira á www.tjodveldi.fo