Vegna aðrar arbeiðsuppgávur hevur Jarvin Feilberg Hansen, høvuðsvenjari hjá Team Klaksvík, gjørt av at gevast sum venjari á hesum sinni, boðar Team Klaksvík frá á heimasíðu sínari.
Team Klaksvík boðaði í vikuni frá, at samstarv felagsins við Jarvin Feilberg Hansen, høvuðsvenjara, nú er steðgað – hetta vegna aðrar arbeiðsuppgávur hjá venjaranum, sum gera tað trupult hjá honum at halda fram.
Víðari skrivar www.team-klaksvik.com, at Jarvin hevur havt meira og meira at gera í sínum vanliga starvið og hetta hevur ført við sær at tíðin við at reisa til Klaksvíkar ikki ber so væl til longur. Hetta hevur so ført til at Team Klaksvík og Jarvin hava avtalaå at steðga nú.
Fyribils skal Fríðin Ziskason vera venjari. Fríðin hevur áður verið venjari hjá felagnum, og hann er eisini høvuðs stigtakarin til stovnanina av felagnum.
Í Havn móti Neistanum
leygarkvøldið kl. 17:30
1. deild hjá Team Klaksvík spælir í Havn leygarkvøldið klokkan 17:30 móti Neistanum.
Dysturin, sum verður í Høllini á Hálsi, er samstundis fyrsti dystur uttan Jarvin sum venjara.
Fríðin stendur á odda við liðnum í morgin og hann hevur tikið hesar við:
Andrass
Danjal
Beinur
Niclas
Kristoffur
Jógvan
Rógva
Sámal
Steffan
Matthias
Jón.
Bent hevur leikbann møguliga verður ein málmaður við afturat.




