Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindi frá Kl. Kommunu, Mentanardeildin: Jólatræið í Vágstúni verður tendrað leygardagin kl. 17:00

(Norðlýsið ÍTROTTUR)

Ætlanin var at tendra jólatræið í Vágstúni fríggjadagin, men vegna vánaligar veðurforsagnir fyri fríggjadagin, sum batna út á leygardagin, er avgerð tikin um at útseta haldið til leygardagin.

Í ár hendir tað eitt sindur seinni enn vant, men somikið hugnaligari verður tað í Vágstúni leygardagin kl. 17:00, tá ið tað stóra jólatræið í Vágstúni verður tendrað.

Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri flytir fram røðu, og Kl. Hornorkestur spælir hugnaligan jólatónleik.

Tað er altíð ein serlig løta, tá ið hetta stóra jólatræið, sum sæst frá flestu støðum í býnum, verður tendrað, og um veðrið verður til vildar, kann roknast við nógvum fólki, bæði smáum og stórum, til hesa hátíðarløtuna.

Í ár er økið uttan um jólatræið vakrari og hugnaligari enn nakrantíð fyrr, nú fríðkanin av Gamla Kirkjugarði er næstan liðug, stásiligi bygningurin hjá Eik er júst tikin í nýtslu, og í hesum døgum síggjast eisini menn vera í holtur við at innleggja ljós við standmyndina av Fípuni Føgru.