Í størstu loynd, sýnist Strandfaraskipið Barsskor at vera upphøgt í gjár norðuri á Strond.
Sí VIDEO-myndir frá restunum av Barsskor
Tá vit ígjár ringdu ymsastaðni at fáa tíðindi váttað um at Barsskor skuldi høggjast upp ídag, sýntist ongin at vita nakað.
Ídag fingu vit so sjón fyri søgn norðuri í Ánunum, at Barsskor varð upphøgdur ígjár. Ein stór brøyt stóð mitt í rovunum av skipinum, tó var meginparturin koyrdur burtur tá vit vóru har við myndatólinum.
Barsskor varð sambært Skipalistanum bygdur á Akranesi í Íslandi í 1929 úr eik.




