Dánjal Andreasen, stjóri á Strandferðsluni, sigur at Barsskor var í so vánaligum standi at pumpurnar ikki longur megnaðu at halda bátin flótandi
– Vit vóru kontaktaðir av Klaksvíkar Kommunu í samband við Sjómannadagin í ár har teir gjørdu okkum greitt at Barsskor nú var í so vánaligum standi at skipið var í stórum vanda fyri at søkk.
– Teir ynsku at vit fingið bátin burturbeindan og tað vísti seg eisini at tað var landsstýri sum átti bátin.
– Tað var uppá tal at selja hann til ísland, men hesin handilin kom ongantíð í lag og tí var avgjørt í vikuni at høggja bátin upp.
Sambart stjóranum á Strandferðsluni fekk alt eftir galdandi reglum og fyrst bleiv olja og annað tykið úr bátinum.




