Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flogbóltur, meistaradeildin kvinnur: Mjølnir-kvinnur taka seg upp eftir stigatalvuni

Norðlýsið ÍTROTTUR

Mjølnir-kvinnur taka seg upp eftir stigatalvuni í meistaradeildini og nærkast nú ovara enda.

Við tveimum sigrum á rað – 3-0 á TB fríggjadagin og 3-2 á KÍF leygardagin – tóku Mjølnir-kvinnur seg upp eftir stigatalvuni í meistaradeildini og nærkast nú ovara enda.

Eins og besta mansliðið hjá Mjølni er meginparturin av meistaradeildarliðnum hjá kvinnunum mannað við ungum leikarum.

Teir allar flestu leikararnir eru í aldrinum 16-20 ár og hava í yngru deildunum verið í oddinum í føroyskum flogbólti, so talan er um spælarar, sum hava evnir til eitt oddalið í meistaradeildini, tá ið tær hava ment seg í meistaradeildini.

Eitt so ungt lið hevur sjálvandi brúk fyri royndum spælarum, um liðið skal hava tann neyðuga stabilitetin og javnvágina, sum krevst í fremstu røð, og tað hevur kvinnuliðið hjá Mjølni eisini.

Tríggir royndir leikarar eru eisini á hesum liðnum, og eru tær: Anna Múller, Margit Joensen og Lena í Buð.

Venjari hjá Mjølnir-kvinnum er Marjun Kalsø.
Hjálparvenjari er Sigrid Andreasen.