Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindi frá www.klaksvik.fo: Hann riggar av á brúnni

(Norðlýsið ÍTROTTUR)

Vaktarskiftið á ovastu rók í kommununi nærkast, og Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri, er nú í holtur við at rudda upp og rigga av á skrivstovuni.

Í dag, fríggjadagin 19. december 2008, er seinasti formligi arbeiðsdagur á býráðsskrivstovuni hjá Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóra.

Nógv pappír er farið um hendur hansara hesi 8 árini, Steinbjørn hevur røkt borgarstjórastarvið, og tí er eisini nógv at rudda burtur, nú tíðarskeiðið rennur út.

Fyri fyrstu ferð í 8 ár eru svartir ruskposar inni á skrivstovu borgarstjórans, har hann situr og gongur ígjøgnum og sorterar bunkar og brævordnarar av pappíri.

Hóast nátúrligt sorblídni, er lagið – sum altíð – gott á Steinbjørn:

– Eg eri takksamur fyri hesa tíðina sum borgarstjóri, sum eg havi trivist sera væl í saman við teimum dugnaligum starvsfólkum, samstundis sum eg havi merkt ein positivan hugburð frá borgarans síðu.

Eitt tíðarskeið er um at enda, og eitt nýtt kapittul fer skjótt at byrja.