Higartil hevur SÍ verið suverent oddalið, men leygardagin vann ÍF 3-2 á teimum.
Fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum tapti besta liðið hjá SÍ ein dyst í Eik-liguni, tá ið ÍF leygardagin vann á sørvágskvinnum við úrslitinum 3-2.
Sostatt var talan um ein søguligan dyst í hesum kappingarári, har fuglafjarðarkvinnur vístu í verki, at oddaliðið er til at tosa við – tær eru ikki ósigraðar longur.
Settúrslitini siga frá einum dysti, har ÍF vann síni sett meira sannførandi, enn SÍ vann síni.
Fyrsta sett vann SÍ nokkso tepurt 21-25 og legði seg harvið á odda 0-1.
Í øðrum setti svaraði ÍF væl og virðiliga aftur og vann settið rættiliga sannførandi 25-12 og javnaði harvið út til 1-1 í settum.
Triðja sett líktist øðrum setti. ÍF vann aftur sannførandi, hesaferð við úrslitinum 25-13 og legði seg harvið framum 2-1.
Fjórða sett var spennandi og javnt, men SÍ dróg longra stráið og vann tepurt 23-25 og fekk harvið javnað til støðuna 2-2 í settum.
Nú var brúk fyri einum fimta setti – einum javnbrótara – og nú vístu ÍF-kvinnur seg aftur at vera við yvirlutan og vunnu settið 15-10.
Harvið vann ÍF dystin 3-2 og tók seg við tí 2 stig upp eftir stigatalvuni, meðan oddaliðið fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum stóð í stað.
Støðan á stigatalvuni er nú henda:
1) SÍ 12 dystir – 22 stig
2) Mjølnir 11 dystir – 14 stig
3) Fleyr 11 dystir – 14 stig
4) Dráttur 11 dystir – 12 stig
5) ÍF 11 dystir – 12 stig
6) KÍF 11 dystir – 4 stig
7) TB 11 dystir – 0 stig




