Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sjálvstýrisflokkurin er vaknaður – 7 ár ov seint

John William Joensen

Formaður Sjálvstýrisfloksins ger í hesum døgum nógv burturúr, at flokkur hansara atkvøddi ímóti løgtingsfíggjarlógini fyri 2009, og at hetta var gjørt, fyri at stuðla pensjónistunum. Tað er í sær sjálvum ein vakur tanki.

Vanligt er, at tá atkvøtt verður um fíggjarlógina, verður fyrst atkvøtt um eina røð av broytingaruppskotum, har summi verða samtykt, meðan onnur verða feld. Men tá tann ”telvingin” er liðug, verður endaliga atkvøtt um fíggjarlógaruppskotið við samtyktu broytingunum. Tá er vanligt, at øll í løgtinginum atkvøða fyri. Hetta skal skiljast sum ein viðurkenning av, at landið skal hava eina fíggjarlóg, og at hetta var tað, sum semja kundi fáast um.

Eg kann bara koma í tankar um eitt undantak frá hesi reglu. Tað var í 2001, tá niðurskurðurin av ríkisveitingini var ein partur av fíggjarlógaruppskotinum. Tá atkvøddu andstøðuflokkarnir ímóti fíggjarlógini, meðan til dømis Sjálvstýrisflokkurin atkvøddi fyri.

Á heimasíðuni hjá Sjálvstýrisflokkinum stendur: ”Hetta var níggjunda ferðin, eg atkvøddi í sambandi við fíggjarlóg, men fyrstu ferð, at eg havi atkvøtt ímóti, sigur Kári P. Højgaard, formaður”. Hann var also ein av teimum, sum atkvøddu fyri, at ríkisveitingin minkadi frá 1. januar 2002.

Sjálvstýrisflokkurin var í 2001 partur av einum politiskum átaki, har ferðast var um landið við einum boðskapi um, at vit skuldu skipa Føroyar sum fullveldi, og hetta skuldi einki kosta tí vanliga fólkinum í Føroyum. Ein avleiðing av hesum er, at landskassin hevur mist umleið tríggjar milliardir krónur til henda dag, og tað merkja allir føroyingar nú – ikki minst pensjónistarnir.

Eg ivist ikki í, at Kári P. Højgaard er ein hampamaður, sum veruliga ynskir pensjónistunum alt tað besta. Men hann skuldi heldur atkvøtt ímóti fíggjarlógini fyri 2002, tí hon er orsøkin til tey syrgiligu tølini á fíggjarlógini fyri 2009.

Helgi Abrahamsen