Tað er væl logiskt, at um vit keyptu føroysk egg, so var eggvirkið á Velbastað ikki farið sín veg, og høvdu vit keypt meira føroyskt sodavatn, so hevði Føroya Bjór fleiri arbeiðspláss – ella hvussu?
Nú jólakeypið er av, og friðurin fellur yvir land og bý, er tað kanska upp á sítt pláss, at vit – hvør einstakur – taka eina løtu at hugsa um, hvussu vit brúka okkara pening, og hvussu hann møguliga kundi havt verðið brúktur øðrvísi.
Tað letur næstan ikki ein vísmaður ella mentamaður munnin upp, uttan at tosa um týdningin av altjóðagerðini fyri Føroyar, og helst er nakað um tað tosið – í øllum førum er tað ein royndur lutur, at sunn kapping mangan er góð og kemur brúkaranum tilgóðar í góðsku og prísi.
Hinvegin verður ofta gloymt, hvussu sárbærar Føroyar eru sum land og samfelag, tí vit eru so fá og smá, at “okkara” framleiðslur ofta kunnu verða fyri vanbýti og tí detta niðurfyri, og við teimum fara fleiri arbeiðspláss og virðisskapanir fyri skeyti.
Tað er spell, og tí er tað, vit loyva okkum at spyrja “í hesi sælu jólatíð”, um vit ikki eiga at seta okkum fyri at broyta hetta – men ber tað yvirhøvur til, og hvussu kundi tað verðið gjørt?
Fyri kanska tveimum áratíggjum síðan varð eitt átak sett í verk her á landi undir heitinum:
Hugsa føroyskt! Keyp føroyskt!
Tað var rættiliga áhugavert at fylgja hesum átaki, sum hevði til endamáls at fáa okkum, føroyingar, at hugsa um føroyska vøru, tá ið vit keyptu, og á tann hátt at verða við til at varðveita og menna føroyska framleiðslu og harvið eisini føroysk arbeiðspláss.
Síðan tá er nógv vatn runnið, og nýggj orð og hugtøk seta nú dagsskránna, har hugburðurin nú meira ber á tað borðið, at mørkini skulu kámast, og vit skulu ístaðin hugsa meira um heimsborgarar heldur enn sum føroyingar.
Alt gott um hesa sonevndu altjóðagerð, sum uttan iva hevur nógv framstig í kjalarvørri sínum.
Men hava vit sum land og fólk ikki allíkavæl brúk fyri at standa saman um at skapa ítøkilig virðir og virkir her heima eisini?
Tað er sjálvandi ein ørgrynna av føroyskum virkjum, sum framleiða og selja til tann føroyska heimamarknaðin. Úr rúgvuni, bara frá minninum her og nú, kunnu nevnast eitt nú: Føroya Bjór, eggvirkið (sum gavst í ár), Norðfra, Kemilux o.s.fr. o.s.fr
Hevði lítla land okkara í grundini ikki verið betur fyri, um hvør einstakur borgari hevði hugsað eitt sindur meira um at stuðla undir egna framleiðslu, heldur enn altíð at fara eftir tí fremmanda, bara tí tað er hasa krónuna bíligari??
Høvdu vit ikki kunna havt nøkur fleiri arbeiðspláss, um vit hugsaðu og keyptu meira føroyskt???
Man eitt so lítið land sum okkara ikki hava tørv á størri loyaliteti frá hvørjum einstøkum av okkum??
Ella hvat sigur tann gløggi lesarin??




