Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Í hesi sælu jólatíð: Fyrstu sangirnir eru skrivaðir – KÍ-fløgan

Norðlýsið ÍTROTTUR

Í november kunngjørdi KÍ og Bláa Bylgjan, at ein KÍ-fløga verður givin út til várs, og nú frættist, at onkrir sangir eru klárir at fara til framleiðslu.

Okkara væl kendi sangari, Karl Martin Samuelsen, hevur átikið sær uppgávuna at samskipa hesa útgávuna fyri Bláu Bylgju og KÍ.

Í november varð sagt, at ætlanin er at geva fløguna út í mars, samstundis sum KÍ-kappingin verður.

Nøvnini, sum nevnd verða í sambandi við hesa fløgu, eru áhugaverd og kend.

Tey, ið koma at skriva, spæla og yrkja, eru so áhugaverd nøvn sum:

Niclas Heri Jákupsson,
Hallur Joensen,
Steintór Rasmussen,
Rani Nolsøe,
Karl Martin Samuelsen og
Jákup Marner Anthoniussen.

Hesi eru nøvnini, sum vit higartil hava frætt um, men eingin ivi er um, at tað eru onnur nøvn afturat, sum ikki eru nevnd her.

Tað má sigast at vera sera hugaligt og frískligt av KÍ og Bláu Bylgju bæði at taka stig til fløguna og eisini at tey hava fingið so spennandi tónleikarar við í verkætlanina. Hetta eru persónar, sum fyrr hava prógvað sín dugna til at skriva góðar sangir og løg.

Norðlýsið prátaði í vikuni undan jólum við eitt nú Rana Nolsøe, og sum ein góður íverksetari hevði hann longu skrivað ein spildurnýggjan KÍ-sang, sum ætlandi verður við á fløguni.

Rani hevur skrivað bæði orð og lag til hendan sangin, og dugnaligur sum hann er, hevði hann sett saman orð og rím, sum klingaðu sera væl – spennandi verður at hoyra sangin fyri fullum blástri á komandi KÍ-fløguni.

Jú, KÍ-fløgan er á veg. Nú um jólini og yvirhøvur hesa myrku tíðina liggur ofta einabest fyri hjá sangskrivarum, so tað skal ikki undra, um onkur sangur afturat sær dagsins ljós kring um í býnum í hesum døgum.

Livst, so spyrst 🙂