Nú kappingin í EIK-liguni hjá monnum er komin í helvt, eru stigini, sum liðini higartil hava vunnið, býtt í helvt, soleiðis sum ásett er í kappingarreglunum.
Í grein 4 í kappingarreglunum hjá Flogbóltssambandinum er millum annað ásett, at tað í meistaradeildunum báðum, sum nú verða nevndar EIK-ligur, verður leikt dupultumfar, t.v.s. tveir heimadystir og tveir útidystir móti hvørjum liði. Eftir fyrsta umfarið verða tey stig, ið liðini hava fingið býtt í helvt.
Henda skipan hevur helst til endamáls at forða fyri ov stórum stigamuni millum liðini tíðliga í kappingini, og hon tænir tí til fyrimuns fyri spenningin í kappingini, har botnliðini fáa fyrimun.
Í ár hevur besta mansliðið hjá Mjølni higartil verið eitt botnlið – teir hava enn onki stig vunnið í inniverandi kappingarári.
Orsøkin til hetta er, at liðið í løtuni er í eini uppbyggingarfasu við ongum útlendskum leikarum, har ungir leikarar í stóran mun mynda liðið, sum eisini hevur víst stóra framgongd í spæli í seinastuni.
Tað er helst ov tíðliga enn at rokna við sigrum til unga mansliðið hjá Mjølni í EIK-liguni, men tað, at stigini nú eru býtt í helvt, ger tað so í øllum førum hugaligari hjá teimum í víðari luttøku í kappingini.
Stigatalvan sær nú soleiðis út:
1) ÍF 6 dystir 5 stig
2) SÍ 6 dystir 4 stig
3) Fleyr 6 dystir 3 stig
4) Mjølnir 6 dystir 0 stig




