Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ítróttarfeløg taka lógvatak um serligt átak: KÍ og Team Klaksvík selja fýrverk – stuðul

Norðlýsið ÍTROTTUR

Sum eitt serligt átak hava Team Klaksvík og KÍ felags fýrverkssølu.

Tað skal nógv til at reka eitt nútímans ítróttarfelag, og nú gera KÍ og Team Klaksvík eina felags roynd at útvega eitt sindur eyka.

Feløgini upplýsa, at øll neyðug loyvi nú fyriliggja, og at tað tí er gjørligt hjá teimum at verða felags um eitt søluátak í vikuni upp til nýggjársaftan, har tey fara at selja fýrverk í Badmintonhøllini.

Sølustaðið verður í sunnara enda av Badmintonhøllini, inngongd oman ímóti svimjihøllini.

Opið verður hesar tíðir:

Mánadagin 29/12: kl. 13–22

Týsdagin 30/12:    kl. 10–22

Mikudagin 31/12:  kl. 10–18, ella so leingi gongd er í søluni.