Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoyingar eftirmeta sendingarnar hjá Ólavi Rasmussen: Sum heild tykjast fólk at vera nøgd við sending Ólavs um læknastríðið

(Norðlýsið ÍTROTTUR)

Sambært higartil gjørdum viðmerkingum eru fólk nøgd við sendingarnar í SvF um læknastríðið.

Tær viðmerkingar, sum higartil hava verið at hoyrt ella sæð frá lokalum fólki um sendingarnar í SvF um læknastríðið, bera á tað borðið, at fólk sum heild eru nøgd.

Ólavur Rasmussen boðaði undan sendingunum frá, at hann arbeiðir við einari bókaútgávu um læknastríðið, og at hann longu nú hevur fingið fleiri upplýsingar afturat, sum ikki náddu at koma við í sjónvarpssendingarnar.

Innihaldið í ætlaðu bókaútgávuni kann lættliga verða annað og meiri enn tað, sum kom við í SvF á jólum, tí ofta kemur nógv undan kavi beint eftir slíkar sendingar.

Tí er hetta eisini eitt høvi hjá fólki at geva Ólavi eina afturmelding, soleiðis at hann kann fylgja upp tað, sum nú fyriliggur.

Samanumtikið kann sigast, at tær viðmerkingar, sum higartil hava verið at hoyrt ella sæð frá lokalum fólki um sendingarnar í SvF um læknastríðið, bera á tað borðið, at fólk sum heild eru nøgd við sendingarnar.

Nakrar viðmerkingar eru higartil komnar inn á kjakið her á Norðlýsinum, og millum mannað verður sjálvandi eisini tosað.

Ein helt sendingarnar greiða væl frá málinum, soleiðis sum klaksvíkingar og norðoyingar upplivdu og síggja hetta álvarsama stríð.
Víðari helt hesin, at tað var sera, sera heppið, at læknastríðið ikki endaði við einum borgarakríggi, tí í veruleikanum var tað ógvuliga nær við. Í summum førum fór danska løgreglan/hervaldið rættiliga óneyðuga harðliga fram, eisini ímóti verjuleysum, eldri fólki, har dømi var um fólk, sum fekk varandi álvarslig mein av hørðu viðferðini.

Henda viðmerking vísir, hvussu álvarsamt hetta málið í veruleikanum er, og at tað krevur hóskandi umhugsni, tá ið tað verður umrøtt.