Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hagtølini staðfesta miðsavningina: Tað nærkast at helvtin býr í ella kring Havnina

(Norðlýsið ÍTROTTUR)

Hagtøl á heimasíðuni www.hagstova.fo staðfesta, at pr. 1. januar 2008 búðu 40% av øllum íbúgvunum her á landi í ella kring Havnina, og gongdin er ein greið sentralisering.

Eitt ársskiftið gevur altíð høvi til umhugsni og rannsakan, og sum einasta føroyska lokalblað uttan fyri Havnina kenna vit á Norðlýsinum tað sum okkara skyldu at varpa ljós á viðurskifti, sum miðlarnir í Havn vanliga ikki er so áhugaðir í at lýsa.

Eitt av hesum evnum er sentraliseringin, sum gerst alt meira eyðsýnd í landi okkara.

Hagtøl á heimasíðuni www.hagstova.fo staðfesta, at pr. 1. januar 2008 búðu 40% av øllum íbúgvunum her á landi í ella kring Havnina, og gongdin er ein greið sentralisering.

Niðanfyri er sett upp íbúgvatalið í landspørtunum, soleiðis sum vit í dag kenna teir, har ovara linjan er sjálvt íbúgvatalið, meðan niðara linjan vísir íbúgvatalið í % av samlaða fólkatalinum í Føroyum.

Uppsetingin fevnir um íalt 4 teigar, sum vísa primotølini fyri árini 1985, 1995, 2008 og at enda broytingina frá 1985 til 2008.

Uppsetingin sær soleiðis út:

                                                                                Broyting
                                      1985      1995     2008       85 – ’08:
                   
Norðoyggjar                   5907      5724     5986          +79
Norðoyggjar %              13,0%    13,1%   12,4%      -0,7%
                   
Eysturoy                         8730      8256     9450         +720
Eysturoy %                    19,3%    18,9%   19,5%      +0,2%
                   
Sundalagið v.m.              2183      2073     2366         +183
Sundalagið v.m. %          4,8%     4,7%     4,9%        +0,1%
                   
N.streym+Vágar             4748      4358     4837           +89
N.streym+Vágar %        10,5%    10,0%   10,0%       -0,5%
                   
Tórshavn v.m.               16032     16449   19389       +3357
Tórshavn v.m. %           35,4%     37,7%   40,0%       +4,7%
                   
Sandoy v.m.                   1833       1580     1479         -354
Sandoy v.m. %              4,0%       3,6%      3,1%        -1,0%
                   
Suðuroy v.m.                  5885      5204      4926          -959
Suðuroy v.m. %            13,0%     11,9%    10,2%        -2,8%
                   
Alt landið                      45318     43644    48433       +3115

Greiðasta niðurstøðan av hesum hagtølum er tann, at vit í Føroyum hesi seinnu nógvu árini hava upplivað eina gongd, har fólkið í landinum alt meira savnast í ella kring høvuðsstaðin, meðan hinir partarnir av landinum ikki megna at halda stand.

Gongdin verður undirstrikað enn meira, um ein hyggur at fólkatalinum millum 0 og 40 ár, har Tórshavnarøkið við ársbyrjan í 2008 var heilt uppi á 41%, tvs. at ungdómurin og manndómurin er enn meira miðsavnaður enn eldri parturin av føroyska fólkinum.

Talvan her niðanfyri vísir hesa gongdina fyri hendan aldursbólkin:

Gongdin í íbúgvaratalinum 0-40 ár –
Tórshavn í mun til restina av landinum   
                   
                                    1994     %              2008     %
                   
Tórshavn v.m.            10642    38%         10975    41%
Rest av landinum       17052    62%         16103    59%
                   
Føroyar íalt                27694    100%        27078    100%

Tað er nú púra greitt, at verður einki aktivt gjørt við at flyta og leggja stovnar úti um landið, so fara størru staðirnir kring landið skjótt at koma niður um eitt mark, har tað verður ógvuliga torført at venda skeivu gongdini, samstundis sum Havnin, við almennari stuðulshjálp, bara veksur og veksur.

Henda tilgongd kemst mest av øllum av tí landsalmenna umsitingar- og stovnspolitikkinum, har landið leggur so at siga øll síni arbeiðspláss í Havn.

Bert okkurt hendinga, hissini og lítið arbeiðspláss verður, við drúgvum millumbilum, lagt aðrastaðni enn í Havn, og tá er tað altíð við nógvum mótmælum og harmaljóði frá tí stóra kórinum av jounalistum, serliga í loftmiðlunum, sum finna fram alskins serfrøðingar og mótmælararar, ið fara illa við tí stakkals politikara, sum hevur dittað sær at leggja nøkur almenna arbeiðspláss uttan fyri Havnina.

Hetta er uttan iva ein illa lýddur boðskapur, men sannur er hann somikið meira og hevur verið tað í fleiri áratíggjur.

Hetta er atvoldin til tann ónormala vøkstur, sum Havnini er fyri, samstundis sum aðrir býir og bygdir javnt og samt bløða sítt besta fólk burtur.

Sjálvandi eiga allir landspartar at gera sítt ítarsta fyri at skapa trivnað og menning, men í tann mest avgerandi fortreytin fyri vøkstri og framburði er og verður arbeiðspláss – hetta vísir eisini Føroya søga, her fólkið til allar tíðir hevur flutt hagar, sum arbeiðsplássini eru.

– – –

Tann fyri stuttum samtykta løgtingsfíggarlógin boðar tíverri ikki frá stórvegis batum á hesum øki.

Jú, gaman í hevur fíggjarnevnd løgtingsins eitt nú samtykt at byrja at byggja einar tveir tunlar í Norðoyggjum, sum sanniliga er tiltrongt og alneyðugt – tað er ikki tað – men varandi og føst arbeiðspláss eru tey einastu, sum í longdini kunnu skapa vøkstur og tilflyting til eitt øki sum Norðoyggjar.

At gera nakrar vegir gevur nøkrum arbeiðspláss í eina tíð – og tað er alt sera gott – men um løgting og landsstýri samstundis seta á stovn fleiri arbeiðspláss í høvuðsstaðnum, sum eru føst og varandi, so fasthalda tey ta sentralisering, sum hevur dominerað land okkara í fleiri áratíggju.

Her má broyting koma í  – gott nýggjar!