Harley
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tá ið Klaksvík skeyt fyri 2009: Ársskifti í blikalokn – GOTT NÝGGJÁR !

(Norðlýsið ÍTROTTUR)

Tað var ein stórsligin sjón í góðveðrinum at eygleiða fýrverkið, ið sent varð upp um midnáttarleitið, tá ið 2008 takkaði fyri seg, og 2009 beyð okkum vælkomið.

Talið av rakettum, serliga neyðrakettum var kanska nakað minni hesaferð enn undanfarin ársskifti.

Hinvegin spældi veðrið óvanliga væl við hetta ársskiftið.

Vindstilli og turt, so tað fekk ikki verðið betri enn tað sama.

Undir slíkum umstøðum kann ein veruliga njóta fýrverkið, sum í dag yvirhøvur er rættiliga flott og stórsligið.

Norðlýsið ynskir øllum lesarum, lýsarum og føroyingum øllum eitt gott og eydnuberandi nýggjár, við tøkk fyri tað farna.

Harleyfacadeacryl