Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hondbóltskappingin heldur fram: Team Klaksvík til Skála ímóti StÍF sunnudagin

Norðlýsið ÍTROTTUR

Eftir jóla- og nýggjárssteðgin skal fremsta liðið hjá Team Klaksvík í eldin aftur sunnudagin, tá ið leiðin liggur út á Skála at spæla ímóti StÍF.

Tað hevur ikki gingið rættiliga eftir vild hjá besta liðnum í Team Klaksvík  í inniverandi landskapping.

Liðið hevur bert vunnið 2 av teimum higartil 9 spældu dystunum, meðan hinir 7 allir eru taptir.

Tó hevur liðið í seinastuni víst heldur frægari taktir, eitt nú í dystinum ímóti VÍF í badmintonhøllini í desember, sum Team Klakvík vann heili 41-21.

Síðsta dystin áðrenn jólafrítíðina spældi Team Klaksvík í Havn ímóti Kyndli, sum vann dystin sannførandi 34-23.

Tí er tað einki at taka seg aftur í, at Team Klaksvík í ár hevur nóg mikið at síggja til fyri at klára seg í kappingini.

Tað verður gjørt eitt stórt arbeiðið í hesum unga felagnum, men givið er, at tað framvegis er langt á mál upp á hægstu hondbóltstindar, og alt annað vildi eisini verið løgið, tí hetta felagið er sum sagt ógvuliga ungt.

Tað hevur gingið framúr væl higartil, og umráðandi er nú, at fremsta lið felagsins heldur sær í 1. deild.

Írestandi dystarskráin hjá Team Klaksvík í 1. deild er henda:

04.01.2009 17.30   Ítróttarhøllin á Skála         StÍF – Team Klaksvík
11.01.2009 17.30   Høllin á Hálsi                     Kyndil – Team Klaksvík
18.01.2009 18.30   KÍ-Høllin                            Team Klaksvík – StÍF
25.01.2009 18.30   Klaksvíkar Badmintonhøll  Team Klaksvík – H71
01.02.2009 17.30   Høllin í Vestmanna            VÍF – Team Klaksvík
15.02.2009 18.30   KÍ-Høllin                            Team Klaksvík – Neistin
22.02.2009 18.30   Klaksvíkar Badmintonhøll  Team Klaksvík – Kyndil
01.03.2009 17.30   Ítróttarhøllin á Skála         StÍF – Team Klaksvík
08.03.2009 17.30   Hoyvíkshøllin                     H71 – Team Klaksvík
29.03.2009 18.30   Klaksvíkar Badmintonhøll  Team Klaksvík – VÍF
04.04.2009 19.00   Høllin á Hálsi                     Neistin – Team Klaksvík

Støðan í 1. deild er henda:

Nr. Lið            Dystir   V.m.  T.m.  Munur   Stig
1    Kyndil          9      255   219     36        16
2    H71             9      268   229     39        15
3    Neistin         9      302   278     24         8
4    StÍF             9      254   277    -23         8
5    Team Kl.      9      245   274    -29         4
6    VÍF              9      232   279    -47         3