Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nei til bústaðarskatt

Oliver Joensen

Bústaðarskattur – aldrin við míni atkvøðu, sigur Gerhard Lognberg millum annað í hesum innleggi sínum.

Fyrst vil eg ynskja øllum Føroyingum alt tað besta í komandi árið.

Tað, sum fekk meg at taka pennin í hond, eru tey úttalilsir at vit skulu taka tað upp til viðgerðar at áleggja okkara landsmonnum ein nýggja skatt, sum eitur bústaðarskattur og eru tað mong, sum við undran hava spurgt meg. Um so verður, verður mítt svar greitt nei, aldrin við míni atkvøðu.


Fíggjarkreppan

Henda kreppa leikar um allan heimin og rakti okkara grannar Ísland meira enn digt. Eg eri sera stoltur av tí avgerð at læta eitt lán til teir, sum er avdráttafrítt tey fyrstu árini.


Trygdarnet undir bankarnar

Eisini var tað ein røtt avgerð at fáa trydarnet undir bankarnar hjá okkum.

Um tað ikki bleiv gjørt, so er eingin ivi í at kreppan longu hevði herja í okkara landi, tí peningurin hevði verði fluttur av landinum á tryggari stað.

So okkara landsstýrið og løgting hava framt skilagóð tiltøk við hesum.

Fíggjarlógin
500 mió í halli tað er ikki gott, nei læti okkum leita hvar kann sparast, tað verður ikki hjá tín meiniga føroyinginum, tí tey stríðast fyri at halda uppá síni hús og annars at klára dagin og vegin. So fingrarnar vekk frá teimum! Hasar skerjingarnar á fíggjarætlanini við umsorgan var skomm, so læti okkum sum skjótast fáa kringvarpsgjaldi og sjúkrakassagjaldi av vegnum, so tað kann hjálpa uppá hjá teimum lágløntu í landinum.

Tað kundi verðið gjørt soleiðis, at tey, sum hava niðanfyri 200 túsund í inntøku fáa hetta frítt.

Annars haldi eg
At samgongan, sum eg eri partur av, skuldi fari og spart á egnum økið ella rættari í landsumsitingini. Hvat við at spara tað burtur, at tey fólkavaldu liggja og reisa við embatisfólki fyri milióna-upphæddir, í flestu førðum til svartasta onga nyttu.

Læti okkum fólkavaldu sjálvar gjalda, um vit so gjarna vilja sleppa út um landoddarnar, brúki heldur faxið ella teldurnar at samskifta við ella sendi eitt fólk avstað.

Tú fer inn á hesar stovnarnar, onkur effektiv fólk eru, men helst kundi hesir stovnar halverast við fólki.

Sum borgarstjóri
Havi eg roynt ein stovn, men tað er sum at bróta grót. Tann tú skal tosa við, hon ella hann eru á skeið ella starvsfelagsfundi ella heima hjá sjúkum barni.

Mítt ynski hevði verið at tey arbeiddu í øllum førðum ein dag um vikuna, so kundu tey skeiðast restina.

Nei nei
Ongar byrðar meira á Palluba og Marsannu, so greitt nei til bústaðarskatt og nei til alt, sum kann taka kvørkratak á okkara sjómenn, verkafólk og ikki minst okkara pensjonistar, læti okkum rætta tað skomm, sum var gjørd móti pensjonistum við kringvarpsgjaldinum og sjúkrakassagjaldinum.

Eg harmist stórliga at landsstýriskvinnan Rósa Samuelsen ikki tók hasi 3 uppskotini aftur, tí vit vóru fleiri, sum bóðu hana um tað og stuðlaðu henni.

Tá málið um avgjald á aluvinnuna aftaná málið hjá Rósu, sum aðrir partar í tinginum ikki vildu hava gjøgnumført, tá gjørdi landsstýriskvinnan Annika Olsen kort og greitt hon tók málið aftur. So nemt var tað.

Tann ungi og framfísni John Johannesen, sum tíðanverri ikki kom at standa á fremstu rø hjá flokkinum tá landsstýrið var valt, sigur soleiðis í eini frágreiðing til tingmanningina:

Javnaðarmál síggjast væl og virðuliga aftur í samgonguskjalinum, hóast tað ikki verða brúkt eins nógv lýsingarorð upp á tey í hesum skjalinum, sum í CHE-skjalinum.

Men tað er betur at fáa javnaðarmál framd í verki saman við fólkaflokkinum og sambandsflokkinum, enn at eiga tey á papíri saman við Tjóðveldi.

Guð gævi at hesi orðini eru røtt sum JJ sigur, so tann meinigi løntakarin, sjómaðurin og pensjunistarnir ikki verða riknir frá húsi og heimi, sum undir síðstu kreppu. Nógv liva enn, um eg kann brúka orðið, í útlegd.

Við javnaðarkvøðu 13. kvøld
Gerhard Lognberg
løgtingsmaður