Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hekk nakin í skílyft

John William Joensen

Ein óheppin skíari í Colorado í USA datt úr skílyftini og kom at hanga nakin undir lyftini allan vegin niðan á skíbakkan. Sonur 48 ára gamla mannin kundi bara sita og eygleiða pápan teir 15 minuttirnar til hjálpin kom

Hendingin fór fram sjálvan nýggjarársdag tá 48 ára gamli maðurin fór skítúr saman við soni sínum.

Nógv folk vóru á skíbreytini í "Vail’s Blue Sky Basin", tá óhepni maðurin skuldi seta seg upp í skílyftina.

Á ein ella anna hátt var trygdargirðingin ikki stongd, tá maðurin var áhalsin og datt øvugtur niður millum stólin og girðingina. Beinini vóru spent í skíirnar sum hingu fastar í lyftini – men í fallinum komu brøkurnar fastar – so maðurin kom at hanga undir lyftini við berari reyv.

Soleiðis hekk maðurin hjálparleysur teir 15 minuttirnar til hjálparfólk fingu hann leysan.

Fleiri folk nýttu sjálvandi høvið til at taka myndir av óhepna manninum – og nakrar myndir kunnu síggjast á hesi heimasíðuni.

Sí MYNDIR HER