Inntøkurnar av persónsskattinum vóru 9% minni í desembermánaða í 2008 í mun til 2007.
Inntøkurnar frá persónsskattinum hjá Tórshavnar Kommunu vóru 51,5 mill. kr. í 2007.
Í 2008 er inntøkan 46,9 mill. kr. sum er góð 9% minni.
Í Runavíkar Kommunu er inntøkan frá persónsskattinum fyri desember 12% minni enn í 2007.
Seinastu mongu árini hava skattainntøkurnar hjá kommununum sett met men hendan gongdin er nú vend til eina afturgongd.




