Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Besta jólasølan nakrantíð

John William Joensen

sigur Tórbjørn Bringsberg, stjóri í ALFA bókhandil í Nólsoyarpállsgøtu. – Tunnilsdagurin slóg øll met!

– Desembermánaði var á góðari leið hjá okkum. Vit seldu 10% meira í ár enn í desember 2007 og Tunnilsdagin var besti dagur nakrantíð síðan vit byrjaðu at handlað í 1970.

– Sjónvarpið gjørdi nógv burtur úr at vit eru bíligari enn eitt nú BR og tað hevur óivað havt stóra ávirkan – tí tá Tunnilsdagurin kom floymdu fremmandafólk inn í handilin.

– Síðan Norðoyatunnilin lat upp er sølan hjá okkum av bókum og leikum farin nógv upp og tað var eisini vantandi.

– Klaksvíkingar hava altíð verið óførir til at fara aðrastaðni at keypað, men áðrenn norðoyatunnilin var sera sjálvdan at vit sóu fremmandafólk í handlinum.

– Fyri okkum hevur 2007 hilnast væl – men nógv tann besti av øllum gjørdist tunnilsdagurin í desembermánaða, sigur Tórbjørn Bringsberg, stjóri í ALFA Bókhandil.