Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flogbóltur, EIK-ligan kvinnur: Mjølnir-kvinnur vunnu á Fleyr og nærkast nr.1

Norðlýsið ÍTROTTUR

Leygardagin vunnu Mjølnir-kvinnur ein hugaligan sigur á Fleyr, sum tær undan hesum dystinum vóru javnar við á øðrumplássi við 14 stigum – nú er Mjølnir 6 stig frá oddaliðnum SÍ.

Úrslitið av dystinum var hetta:

Leygardagin 10. januar 2009  kl. 15:00

Fleyr  –  Mjølnir    1-3

1. sett: 25-18, tvs. 1-0
2. sett: 21-25, tvs. 1-1
3. sett: 12-25, tvs. 1-2
4. sett: 23-25, tvs. 1-3

Við hesum eru Mjølnir-kvinnur so smátt byrjaðar at nærkast oddaliðnum, SÍ, sum høvdu eina super byrjan upp á kappingarárið, men sum nú fyri stuttum taptu sín fyrsta dyst í hesum kappingarárinum.

Venjari hjá Mjølnir-kvinnum er Marjun Kalsø, og liðið er mannað við einari góðari blanding at ungum og royndum leikarum.

Ein annar dystur í EIK-liguni hjá kvinnum var leygardagin:

KÍF – ÍF  3-2
(17-25) (25-20) (25-17) (17-25) (15-12)

Ein ógvuliga javnur dystur, har javnbrótarin eisini var ógvuliga tepurt vunnin av KÍF, sum harvið vunnu dystin.

Støðan í EIK-liguni hjá kvinnum er nú  henda:
1)  SÍ             22 stig
2)  Mjølnir      16 stig
3)  Fleyr         14 stig
4)  Dráttur     12 stig
5)  ÍF              12 stig
6)  KÍF              6 stig
7)  TB               0 stig

Harleywoodpaint