Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Orkunýtsla

John William Joensen

Fiskivinnan bundin av olju verður tilskrivað stórdálking.

Eisini nýggju bygningarnir eru orkuslúknir. Kann so nakað gerast fyri at tálma nýtsluni og at minka um tann kostnaðin.

Kring um okkum tosa tey nógv um orkusparandi bygging, tó striltið gongst við at venda skeivu gongdini.
Sum er byggja vit alt ov orkubrúkandi. Hetta kemst fyri ein stóran part av, at bygt verður fram eftir fummun, og ofta bygja vit byggja eins og í heitari londunum, har bygningar ikki skulu hitast.

Vit byggja eftir útlendskum bygningssniði við stórum glasfasadum, høgum rúmum og stórum samanhangandi gólvvíddum Hetta eru jú risa orkuslúkarar.
Hví góðtaka vit hetta?
Kanningar vísa, at el-nýtslan er vaksandi, sjálvt í nýggju almennu bygningunum. Hædd, vídd og serliga sniðgevingin hava við sær stóra orkunýtslu. Við umhugsni og skynsemi og ikki minni við virðing fyri teimum, ið skulu gjalda, ber til at minka el-orkuna til ljós o.a. við millum 30 og 50%.

Staðfest er, at nýggir bygningarnir eru meiri orkukrevjandi enn tilsvarandi bygningar frá 1930 árunum.
Ein glasveggur hevur eini fimm seks ferðir størri hitatap enn vælbjálvaður útveggur.
Somuleiðis er ikki beint at skula hita og tendra ljós í eini “høll”, tá ið tørvur er á at hava ein 2½-tíma-fund í einum vanligum 25 m2 fundarhøli.
Viðhvørt verða dýr tiltøk gjørd fyri at afturvinna burturspilta hitan. Hví ikki heldur byggja vælbjálvað og gera orkusparandi tiltøkini.
Byggja vit við orkusparing fyri eyga, kunnu vit vinna millum 50 til 70%.

Skal vend koma í ella ikki ?
Tá prosjekt, serliga almenn, verða mett og góðkend, tykist tað ofta at vera sniðið einsamalt, ið er tann avgerandi faktorurin. Og tað er her orkufrossið vinnur á skynseminum.

Kann nakað broytast, og skal nakað broytast ?
Jú, tað ber til at gera nakað her og nú. Jú, tað skal verða eitt fyrsta-krav, at allar almennar byggingar skulu gerast eftir einum orkusparandi setningi, ein setningur, sum als ikki er í andsøgn við sokallaða funktionalitetkravið.

Tí skulu reglur fyri orku gerast beinan vegin, og ein almennur byggiharri sum t.d. Landsverk má leggja á seg sjálvan, at rakstrarlig orkusparandi atlit, bæði til vídd, ljós og hita skulu vera ein fortreyt fyri almennari bygging.

Higartil hevur so gingið skeiva vegin – sjálvprógvað.

Petur Olsen
Byggifrøðingur