Skrivligur fyrispurningur til Kaj Leo Johannesen løgmann
Spurningar
1. Kann løgmaður upplýsa fyri Løgtinginum, hvussu nógvir almennir grunnar finnast ?
2. Hví standa hesir almennu grunnar ikki á løgtingsfíggjarlógini ?
3. Hvørjir eru hesir grunnar, og hvussu nógvur tøkur peningur finst í teimum ?
4. Eru ongar ásetingar ella bindingar sum krevja lógarbroyting, um hesin peningur smb. fráboðan løgmans skal nýtast til gransking, menning v. m.
5. Er innistandandi í ALS- og Samhaldsfasta Eftirlønargrunninum við í samlaðu upphæddini, sum løgmaður metir kann nýtast til nevnda endamál ?
6. Um ja, fer samgongan at fremja neyðugar lógarbroytingar, fyri at ætlaninar kunnu gerast veruleiki ?
Viðmerkingar.
Fíggjarkreppan byrjaði yviri í USA, og seinastu tíðina hevur hon breitt seg kring allan heimin. Nógv lond eru hart rakt, serliga meint munnu grannar okkara í Íslandi kenna sviðan av, at peningarensli nærum støðgaði. Ein trupuleiki sigst vera, at fíggingarstovnar eru í eini bíðistøðu, tí vilja teir ikki lána pening sínámillum, og í nógv minni mun enn fyrr lána pening út til kundanar.
Í Danmark er ein bankabjarging framd, ið Føroyar eisini eru knýttar at. Danski forsætisráðharrin boðaði í nýggjársrøðu síni frá, at annar bjargingarpakkin er í ljósmála og skjótt verður veruleiki.
Meðan heimurin sostatt við ljós og lykt leitar eftir reiðipeningi, til tess at forða fyri, at fíggjartørvurin skal útloysa eina búskaparliga kreppu, boðar løgmaður frá, at í Føroyum stendur væl til. Vit hava nóg mikið av peningi, nógvir grunnar finnast, og hesir hava innistandandi áleið 4 til 5 milliardir.
Hetta fráboðaða frambrot løgmans mugu øll sjálvsagt fegnast um, tí tað kann viðvirka til at halda neyðina frá durinum.
Jóannes Eidesgaard landstýrismaður í fíggjarmálum hevur lagt eina fíggjarlóg fyri tingið, hendan bleiv samtykt fyri sløkum mánaða síðani og har stendur onki um, at ogn innistandandi í almennum grunnum er 4 til 5 milliardir, heldur einki stendur um inn- og útgjald úr hesum grunnum. Løgtingslimir eiga sjálvsagt at fáa allar upplýsingar í samband við fíggjarlógarviðgerðina frá viðkomandi landstýrismanni.
Alt tað almenna virksemi eigur at avspeglast á fíggjarlógini, ið verður endaliga samtykt av løgtinginum. Í samtykta fíggjarlógaruppskotinum, var ein munandi niðurraðfesting gjørd av gransking, skúla og mentan, í mun til ætlaninar í framlagda uppskotinum. Tí tykist mær, sum ein ávís fjarðstøða er millum útsagnir løgmans og veruleikan, tá hann samgongunar vegna, í nýggjársrøðu síni boðar frá øktum virksemi úr ymiskum grunnum til menning og gransking, aftaná at fíggjarlógin fyri 2009 er samtykt.
Somuleiðis kennist tað ikki sørt øðrkymlandi fyri meg sum løgtingslim, brádliga at verða kunnaður um, at tað almenna skal hava atgongd til áleið 5 milliardir í ymiskum grunnum, tá tað miðan desember millum annað varð alneyðugt í ótíð at gera eitt inntriv, ið lokaði dagtilhaldini, og samlað kemur at kostað pensjónistunum 10 milliónir.
Á Løgtingi 12. Januar 2009
Kári P. Højgaard
løgtingsmaður




