LEIÐARIN – NORÐLÝSIÐ: Tað var ikki sørt hugstoytt, at hoyra okkara nýggja borgarstjóra siga, at hon kundi ikki garanterað at sambýlið í Svínoy bleiv bygt.
Tað er klárt, og eigur at vera sólaklárt, at tá okkara býarstýri hevur meldað út, at vit ynskja allar norðuroyggjar í eina kommunu, so er tað okkara vilji, sjálvt um helst onkrir av borgarum okkara eru ósamdir.
Ynskja vit Norðuroyggjar í eina kommunu, ja, so mugu vit vera "on" við einum modernaðum orði og sjálvandi skulu svínoyingar merkja, at nú eru aðrar tíðir. Ikki bert fyri at reypa og fyri at gera okkum til, men ikki minst tí, at hetta er eitt spennandi og sera viðkomandi projekt.
Um verður sum vit ynskja, nevniliga at Norðuroyggjar vera ein kommuna um ikki so nógv ár, ja, so hevur hendan kommunan ábyrgdina av flestu útoyggjum í landinum. Tá vit siga, at projektið í Svínoy er áhugavert, so er tað tí at hetta kanska kann koma at gerast eitt pilotprojekt, sum aftur fær lív í Svínoynna í ávísan mun.
Peningaliga sær hetta ikki út til at fara at koppa kommununi. Tilboði frá byggifelagnum, ið skal standa fyri byggingini er niðanfyri 6 milliónur, so mett verður at kostnaðurin verður einar 7 milliónir tá liðugt verður, herav játtar landsstýrið stuðul, eins og tað verður landið og tey, sum búgva í sambýlinum, ið koma at gjalda fyri raksturin. Landstýrið hevur eisini boða frá at stuðulin til røktarheimspláss nú verður hækkaður munandi.
Tað hevði onki gjørt, um Klaksvíkar Kommuna brúkti eitt sindur av tíð uppá eina roynd at fáa landskassan at vera við til hetta projektið, sum er unikt, í tann mun, at hetta er eitt projekt í beinleiðis skapir arbeiðispláss á útoyggj og harvið helst fer at draga arbeiðisorku til oynna. Allir búskaparfrøðingar eru á einum máli um, at í ringum tíðum, skal tað almenna seta ígongd, so hví skuldi landskassin ikki eisini havt áhuga í einum so áhugaverdum pilotprojekti úti í Svínoy.
Fyri at koma aftur til samrøðuna við borgarstjóran, so hildu vit okkum hoyra færran av eini roynd hjá útvapsmanninum at fáa nýggja borgarstjóran at lova sambýlið úti í Svínoy, við tí fyri eyga, at so krossfesta hana við sparingum og uppsøgnum í Klaksvík. Helst var tað hetta ið fekk Gunvá at halda fast um at hon at hon onki kundi lova, og ikki tað, at hon var ímóti projektinum og als ikki vildi halda lyftið, sum samgongan undan henni hevur gjørt
Tað er nú vit skulu vísa hvør dugur er í okkum. Svínoyingar skulu hava tað vit hava lovað teimum, men um gingið verður so skjótt sum tíðarætlanin ásetur, tað kann kanska diskuterast, ella hvussu?




