Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gunvá við Keldu, borgarstjóri: Vit skulu menna okkara øki við styrki, samanhaldi og samstarvi

John William Joensen

Fíggjarligu útlitini eru í løtuni ikki tey allarbestu, men tað er við treysti og stórum áliti á tað fólk, sum her livir og virkar, at eg sum nývaldur borgar-stjóri í Klaksvíkar Kommunu ynski tykkum borgarum, og føroyingum øllum, eitt eydnuberandi og vælsignað nýggjár.

Tað er við eyðmýkd og eldhuga, at eg havi tikið við tí stóru ábyrgdini sum borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu, og fari eg leggja alla mína orku og evni í at arbeiða til frama fyri kommununa og borgararnar her.

Eisini eri eg takksom fyri ta álit, sum mær er víst, bæði frá veljarans síðu og frá býráðnum, sum eg vóni at fáa eitt gott og gevandi samstarv við hetta komandi valskeiðið.

Vinnan og fólk rakt av kreppu
Fyri allar Føroyar og í enn størri mun fyri Klaksvíkar Kommunu hevur tað avgerandi týdning, hvussu høvuðsvinnan hevur tað, tí hon er grundarlagið, sum restin av samfelagnum byggir á, og serstakliga í lokalsamfelag okkara eru mong virkir og borgarar beinleiðis tengd at fiskivinnuni.

Seinastu tíðina hava vit upplivað nøkur afturstig í fíggjarvinnuni, sum hava stór árin á samfelagið sum heild, samstundis sum høvuðsvinnu okkara hevur stórar trupulleikar og avjóðingar at loysa.

Hetta hevur rist grundarlagið undir lokalsamfelag okkara, sum var eitt tað fyrsta, ið merkti sviðan av broyttu umstøðunum, sum eitt nú hava rakt okkara størsta einstaka arbeiðspláss, Kósina, og fiskivinnuna annars hart.
Tað harmar meg sera nógv og eg havi samhuga við teimum mongu, sum eru rakt av hesi kreppuni og í dag standa uttan arbeiði.

Undir slíkum umstøðum er skjótt til at missa mótið og áræði, tí vit vita av royndum, at tað til tíðir krevjast tung tøk til at venda eina niðurgongd aftur til framburð og vøkstur.

Standa saman um vinnuna
Eg havi stórt álit á tað fólk, sum búleikast her í kommununi, og tað við góðari grund, tí Norðoya og Klaksvíkar søga sigur frá einum fólki við styrki, samanhaldi og einum positivum vilja til loysnir og framburð, sum hevur gjørt, at Klaksvík og Norðoyggjar ferð eftir ferð eru komin afturíaftur eftir kreppustøður.

Nú partur av vinnu okkara er í torførum umstøðum, hevur lokalsamfelag okkara enn einaferð brúk fyri, at vinnuligu aktørarnir saman við viðkomandi samstarvspørtum finna fram til berandi loysnir, so hesi stóru og fyri Klaksvík so týðandi arbeiðspláss og framleiðsluvirki kunnu halda fram og menna seg víðari. Býráðið er ikki beinleiðis partur av vinnuni, men uppgáva okkara er hinvegin at skapa best møguligar karmar og at standa saman um vinnulívið, sum hevur so ómetaliga stóran týdning fyri okkum.

Vit ynskja okkara vinnulívsfólkum bestu eydnu og eina hepna hond við teirra virksemi.

Opin fyri samstarvi
Við Norðoyatunlinum broyttist støða Norðoyar frá at vera eitt í ávísan mun afturlatið øki til ein landafastan part av einum størri lokaløki. Við hesi broyting er Klaksvík størsti býurin í einum munandi størri lokalsamfelag.

Hetta gevur nýggjar og spennandi møguleikar og avbjóðingar til hetta økið, sum ikki bara hava givið handilslívinum nýggjan íblástur, men hava samstundis givið nýggjar samstarvsmøguleikar millum kommunur, stovnar og virkir báðu megin fjørðin.

Vit heilsa hesum avbjóðingum við gleði, og vón mín er, saman við býráðnum, at vit saman við hinum kommununum í hesum víðkaða øki kunnu finna fram til samstørv, sum kunnu menna økið og vónandi eisini geva fleiri arbeiðspláss og betri tilboð og tænastur til borgararnar.

Klaksvíkar Kommuna er tilreiðar og vónar at fáa eitt konstruktivt og gevandi samstarv við allar okkara grannakommunur. Her hugsi eg bæði um kommunurnar í Norðoyggjum og eisini inn í Eysturoynna.

Klaksvík fleiri frítíðartilboð
Í hesi nýggjársheilsan er ikki pláss til at fara inn á øll tey mongu málsøki, sum kommunan umsitur, men óivað verða fleiri høvi til hetta seinni. Eg vil tí, í hesum umfari, bert nema við nøkur yvirskipað viðurskifti, sum eyðkenna lokalsamfelag okkara.

Ítrótturin eigur sítt serliga pláss millum fólkið her í økinum og setur dám á frítíðarvirksemið. Bæði søguliga og enn í dag teljast ítróttarfeløgini í Norðoyggjum millum tey fremstu og mest vinnandi í landinum, og tey hava fostrað mong av Føroya fremstu ítróttarfólkum, sum hava rokkið høg mál, bæði her heima og eisini uttanlands.

Mentanarlívið er fjølbroytt. Vit hava átt og eiga nógv dugnalig listafólk innan skaldskap, samfelagfrøði, málningalist og tónlist.

Afturvendandi tiltøkini, Summarfestivalurin, Føroya Sjómannadagur, Norðoyastevna og Torradagarnir, eru veitsludagar.

Vit hava eisini nógv áhugavert at bjóða borgarum og eisini gestum okkara. Nýggja baðilandið hevur givið svimjihøllini nýtt lív. Húsið fyri ung og Dávavirkið, har ungfólk og eldri í fyrstafloks karmum kunnu venja og gerast frálíkir tónleikarar, hevur longu givið fleiri ásýnilig úrslit. Eisini kann nevnast Leikalund, Mentanarhúsið Atlantis, Klaksvíkar Bókasavn og Norðoya Fornminnasavn.

Við hesum og øðrum virkis- og frítíðarmøguleikum bjóðar Klaksvík bæði egnum borgarum og gestum vælkomnum til eitt virkið frítíðarlív í góðum og væl útbygdum karmum.

Bleytu virðini hægri raðfesting
Klaksvíkar Kommuna arbeiðir støðugt við at skapa betri kor fyri barnafamiljur. Nýggjasti barnagarðurin, Barnahúsið Margit, er seinasta skotið á bulinum.

Á útbúgvingarøkinum hevur Klaksvíkar Kommuna eisini eitt breitt úrval av møguleikum við skúlum, sum veita frálæru innan ymisk yrki. Skúlin, sum kommunan sjálv varðar av, er fólkaskúlin, og tað er júst hesin, sum fer við meginpartinum av íløgujáttan býráðsins í eina tíð fram.

Eldraøkið er enn í dag eitt málsøki hjá landsmyndugleikunum, og hevur hetta verið viðvirkandi til, at tað í ávísan mun er dottið niður ímillum land og kommunur – til ógagns fyri okkara eldru.

Her er tørvur á at fáa fulla greiðu á, hvørt tað verður land ella kommunur, sum fáa fulla ábyrgd og heimild á økinum, tí bert á tann hátt kann ábyrgdin plaserast og harvið dynamikkur fáast í. Hetta er ógvuliga umráðandi.

Hóast hesar ógreiðu umstøður hevur Klaksvíkar Kommuna tikið stig til tiltøk til frama fyri tey eldru. Nevnast kunnu eitt nú Eldraíbúðirnar undir Kráarbrekku, Eldrasambýlið á Heygnum og Dagtilhaldið fyri Eldri.

Seinastu árini hava í ávísan mun verið merkt av, at kommunan hevur gjørt nógv við at útbyggja Klaksvíkar Havn og at dagføra vegakervið til Norðoyatunnilin, sum varð tikin í brúk í 2006.

Fíggjarligu umstøðurnar í løtuni gera, at umstøður ikki verða til stórar íløgur í eina tíð fram, men givið er, at tørvur verður á, at býráðið í tann mun, tað er gjørligt, fer at raðfesta íløgur innan tey bleytu virðini, til frama fyri menning og trivnað borgaranna.

Menniskjaligu virðini
Í góðum tíðum, tá ið peningur ikki trýtur, fara tey materiellu virðini avstað við einum stórum parti av okkara tíð og virksemi, og hava vit tá ofta lyndi til at gloyma tey grundleggjandi virðini og røturnar, ið vit bæði sum einstaklingar og sum samfelag standa og byggja á.

Men, sum vit eisini uppliva í løtuni, so skifta tíðirnar, og í slíkum umstøðum er umráðandi, at ein ikki gloymir, men heldur fjálgar um tey menniskjaligu virðini, sum geva okkum, borgarum, lívsgleði, samveru og innihald.

At enda vil eg ynskja øllum borgarum eitt eydnuberandi og vælsignað nýggjár.

Gunvá við Keldu
Borgarstjóri