Hóast hann arbeiddi í Postverkinum í nærum 17 ár, so er Heri Simonsen sambært Postverkinum ókendur í Havn. Sambært honum verða postboðini í Klaksvík tikin av gøtuni í næstum og skúlaungdómar sett ístaðin at bera post út um kvøldarnar
Heri Simonsen er rættiliga væl kendur í sínum arbeiði í Miðlahúsinum í Havn. Bara í farnu viku hevði hann eina stórsligna samrøðu við Harley Bertholdsen í Sosialinum.
Hendan samrøðan kemur í fullum líki á Rás2, fríggjadagin 30. januar kl. 16.10. Heri er eisini væl kendur av mongum, sum undirhaldari/hermari, og mong fótbóltsáhugað kenna hann eisini sum stadionspeakara Í Gundadali og til landsdystir á Tórsvølli. Tíðarskeiðini 1987-1994 og 1997-2007 arbeiddi Heri, sum postmaður í Havn, har hann eisini í fleiri ár varð varaálitismaður og álitismaður. Men hóast Heri arbeiddi í Postverkinum í nærum 17 ár, so er hann sambært Postverkinum "ókendur" í Havn.
Myndakalendari retur
Heri hevur útveksla myndakalendarar við vinfólk í Australia í fleiri ár. Siðurin, at hann sendir teimum ein føroyskan myndakalendari, og tey senda honum ein australskan myndakalendara, hevur verið ein siður, sum hevur verið báðum pørtum til stóra gleði. Men nú er hesin siður brádliga brotin. Hóast vinfólkini í Melbourne høvdu skrivað røttu addressuna: Heri Simonsen, Norðurrás 10 FO-100 Tórshavn Faroe Islands á australska myndakalendarin, so bleiv myndakalendarin sendur retur til Melbourne í Australia.
Orsøkin: Heri Simonsen er "ókendur" í Havn. Heri var eitt sindur paff, tá vit tosaðu við hann:
– Ja hvat skal ein siga? Antin er kalendarin sendur retur í dummheit ella í óreinheit. Eg velji so fyri fyrst at trúgva, at talan er um dummheit. Tað er rættiliga krenkandi, tá ein hevur búð í Norðurrás í 30 ár, og hevur verið starvsfólk hjá Postverkinum í 17 ár, at ein skal sleppa at uppliva slíkt. Men eftir tí, sum frættist, so eri eg bara ein av mongum í Havn og Hoyvík, sum eri sloppin at uppliva slíkt. Um hetta er virðingin fyri fyrrverandi starvsfólkunum, so er brennandi spurningurin, hvussu hon er fyri núverandi starvsfólkunum?
Leggur Heri aftrat, sum sigur seg ikki vita, um hann skal gráta ella grína, nú hann er vorðin "ókendur" í Havn.
Street
Tað eru tó ikki gomlu starvsfelagarnir hjá Hera, sum hava skyldina av, at australski myndakalendarin er sendur retur.
Teir gomlu starvsfelagarnir hjá Hera, eru antin, sum Heri sjálvur, farnir í onnur størv, eru uppsagdir, ella lukkuliga slopnir frá við eftirløn.
– Har eru bara 6-7 av teimum gomlu postboðunum eftir í Havn, og teir eru settir til at gera onnur arbeiði. Nú ganga næstan bara ókunnug ungfólk, sum ikki kenna býin líka væl, sum vit gera. Og tey hava arbeiðsleiðarar, sum ikki kenna býin líka væl, sum Sámal Clementsen, Hanus Højgaard og Agnar Bech gjørdu, og so langt burtur frá. Staðfestir Heri Simonsen. Sum skilst so skal henda sokallaða "Street" útberingin, sum hon verður rópt eisini innførast í Klaksvík og kring alt landið.
Heri er álvarsamur í telefonini, tá hann greiðir frá:
– Ja hetta merkir, at tit missa Adolf, Perry, Petur Hans, John, Eliesar og Ólav, og ókunnug ungfólk, sum ikki kenna Klaksvík og Norðoyggjar líka vøl sum teir, fara at ganga við posti í vetrarmyrkrinum. Fólk kring Havnini, sum eg kenni gjøgnum 17 ár hava fortalt mær um allan postin, sum er blivin vekk í myrku vetrarútberingini, so tit hava ikki gott í væntu, tá tykkara kæru býarmyndir verða tiknir av postrutunum, og tað verður latið ókunnugum fólkum í hendi.
– Eg sigi bara: vóna tað frægasta, men vænta tað versta! Tit eru kend fyri at standa saman í Klaksvík, tá tað kemur til at verja borg. Lat okkum síggja, um hetta eisini umfatar postboðini, sum tit eru eitt við, og kenna so væl. Ein tilfeldigur næmingur á Kambsdali, sum eftir ein langan og langan skúladag fer út í myrkrið við posti, kann ikki veita tykkum optimala service, eins og býarmyndirnar á posthúsinum í Klaksvík gera nú. Kvøld- og seinnapartsútberingin er roynd í Svøríki, og lutvíst í Danmark, men har bleiv hon droppað, tí hon ikki riggaði. Tað er ótrúligt, sum vit føroyingar elska at endurtaka feilirnar hjá øðrum. Sigur Heri, sum ongan australskan myndakalendara hevur at prýða veggin við í 2009. Heri staðfestir tó at enda, at hann er glaður fyri sítt starv, og hjástarv, har hann hevur eina menniskjaliga leiðslu, sum hevur gott skil fyri tí, sum hon fæst við.
– Eg eri ótrúliga priviligeraður, og havi nógv at takka fyri. Men tað merkir ikki, at eg eri líkaglaður um hvussu tað gongst mínum gomlu starvsfeløgum. Sigur Heri, áðrenn hann býður farvæl. Eftir tí sum frættist, so verður "Street"-útberingin byrjað í Klaksvík í næstum.




