Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kallsberg: Øsing uttan innihald

John William Joensen

Nýggju størvini, sum ætlanin var at seta á Fróðskaparsetrinum, kosta landskassanum 1.000.000 kr. stk. í reinum lønarútreiðlsum, váttar formaðurin í fíggjarnevndini, Anfinn Kallsberg.

Anfinn Kallsberg, formaður í løgtingsins fíggjarnevnd, verður av høvuðsstaðarpressuni skýrdur at verða maktmiklasti persónur í landinum. Sjálvur sigur Kallsberg at hetta er ein roynd frá elituni í høvuðsstaðnum at seta kílar inn í góða samstarvið millum fíggjarnevndarlimirnar og sjálvur hevur hann sera trupult við at skilja tað øsing, sum hevur verið seinastu dagarnar um játtanina til Fróðskaparsetur Føroya.

Størsta játtanin nakrantíð
– Tað sum vit í fíggjarnevndini kannaðu fyrst var hvat setrið hevði brúkt av játtanini fyri 2008.

– Tíðirnar eru nógv broyttar og í øllum samfelagnum verða sparingar framdar. Men vit hildu at umráðandi var at sparingarnar á fíggjarlógini ikki raktu tann aktivitet sum er á setrinum.

Sambart fíggjarnevndarformanninum vóru lønarútgjaldingarnar hjá setrinum 16,1 mill. kr. í 2005.
Í 2007 vóru lønarútgjaldingarnar 15,9 mill. kr. og í 2008 vóru játtaðar 21 mill. kr. – men setri brúkti einans 17,5 mill. kr.

– Ætlanin var at lønarútreiðslurnar hjá setrinum skuldu hækka upp til 28 mill. kr. í 2009 – tvs.ein hækkin í lønarútreiðslum uppá 14 milliónir krónur eftir einum ári og tað er her at fíggjarnevndin valdi at siga stopp og ístaðin fyrihalda seg til virksemið, sum var á setrinum. Endin var at vit settu lønarútreiðslurnar (17,5 mill. kr. í 2008) til at verða 22,3 milliónir í 2009.

– Lat meg gerða púra greitt at løgtingið hevur als ikki skert nakað virksemi á Fróðskaparsetrinum – heldur tvørtur ímóti!.

– Í meirjáttanini á fíggjarlógini er lagt upp fyri lønarvøkstri og øktum virksemi á setrinum. Tilsamans hækkar játtanin til setrið við 4,7 mill. kr. í mun til tað, sum setrið megnaði at brúka í undanfarna árið.

– Hetta er munandi meira enn nakar annar stovnur ella skúli undir landinum hevur fingið – flestu teirra eru beinleiðis rakt av sparingum.

Kristina Háfoss fekk alt upp at flaksa
– At misnøgdin kring Fróðskaparsetrið er stór er bara fyrrverandi landsstýriskvinnuni, Kristinu Háfoss, fyri at takka.

– Hon meldaðu út at nú skuldi Fróðskaparsetrið gerast til eitt altjóða universitet og ætlanin var at geva setrinum eina meirjáttan til lønir uppá 10,3 milliónir krónur.

– Men løgtingið játtaði ongantíð hendan peningin – men sum skilst so hevur Fróðskaparsetrið handlað uppá útmeldingarnar frá landsstýriskvinnuni og enntá sett fólk í starv uttan at nøkur játtan varð samtykt í løgtinginum.

Dýr strøv
Formaðurin í fíggjarnevndini, Anfinn Kallsberg, váttar at nýggju størvini, sum ætlanin var at seta á Fróðskaparsetrinum kosta umleið 1.000.000 kr. stk. í lønarútreiðslum hjá landskassanum.

– Í einum yvirliti, sum vit fingu frá setrinum stendur at 10 størv kunnu setast fyri eina meirjáttan, sum svarar til 10.000.000 krónur.

Sambart fíggjarnevndarformanninum kosta størvini á fróðskaparsetrinum landskassanum millum 500.000 kr. og 600.000 kr. um árið í beinleiðis lønarútreiðslum.

Øsingin kann fáa álvarsamar fylgir
Annfinn Kallsberg sigur at mótmælini, sum hvønn dag eru at hoyra í høvuðsstaðarpressuni hava ongar grundgevingar.

– Eingin av teimum sum hevur verið alment frammi við pástandinum um at setrið er skert – hevur nevnt eitt tað einasta tal!

– Endamálið við øsingini er, at nú skulu akademikararnir í Havn vísa at tað eru teir sum hava valdið í hesum landinum, og eg ivist onga løtu í at teir nokk fáa fleiri politikarar við uppá vognin.

– Men eg eri sannførdur um at ferð hendan skriðjan á lop so endað vit langt úti á sjónum.

– Eg dugi ikki at ímynda mær at meiriluti fæst í løgtinginum fyri at játta meiri pening til Fróðskaparsetrið – tí vit høvdu eina samda fíggjarnevnd, sum stóð saman um samtyktu fíggjarlógina, sigur Anfinn Kallsberg