Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggjan Sparikassa fyri meira enn 60 milliónur

John William Joensen

Fyri stuttum kunngjørdu Norðoya Sparikassi og Klaksvíkar Býráð, at partarnir vórðu samdir um eina avtalu, sum segði at Sparikannin keypuir økið fram við Ósánni, úr Biskupsstøðgøtu og suður ímóti Ósá-skúlanum, við
ábygging fyri eygað.

Norðlýsið hevur Spurt Eyðfinn Reyðberg stjóra, um ætlanina. Hann sigur, at Sparikassin bygdi á Biskupsstøð seint í 20-árunum. Tá kostaði nýggi bygningurin líka nógv, sum sparikassin átti í eginogn.

Aftur í 50-unum bleiv bygt uppí bygningin og uppaftur í 70unum. Allar hesar útbyggingar hava nøkta tørvin hjá Norðoya Sparikassa í mong ár og nú eru fleiri enn 30 ár gingin síðani seinastu útbyggingina.

Tá bygt varð uppí Sparikassan í 70 unum, starvaðust eini 10 fólk á stovninum, ímeðan vit eru umleið 40 starvsfólk á høvuðsdeildini í Klaksvík ídag, so tað sigur seg sjálvt, at her er ein akuttur tørvur av meira rásarúmi til starvsfólkið.
Fyri samfelagið her er tað ein eyðsýndur fyrimunur, tá tosað verður um arbeiðispláss, at Norðoya Sparikassi er ein sjálvstøðugur stovnur, vóru vit bert ein deild av einum banka aðrastaðni, so starvaðust valla meira enn 20 fólk her ímóti teim 40 og tað hevur sjálvandi týdning fyri lokalsamfelagið.

Nýggjan bygning
Vit hava latið gjørt fleiri uppskot til tekningar, sigur Eyðfinn Reyðberg , stjóri víðari. Hesi uppskot hava verið bundin av tí, at vit hava vilja gjørt eina roynd at byggja saman við verandi bygningi, men tað hevur víst seg at vera sera trupult. Hóast uppskotini hava verið sera áhugaverd og hugflogið hevur sveimað víða, so eru vit komnir til tað niðurstøðu, at rættasta loysnin er at lata gamla bygningin standa fyri síðani at byggja ein heilt nýggjan og nýmótans bygning á økið fram við Ósánni.

Orsøkin til at vit hava valt ikki at byggja uppí er kanska fyrst og fremst við atlitið til arbeiðsgongdir og tað, at tað er umráðandi at hava øll starvsfólkini savnað í eini eind.

Harafturat kemur, at gamli bygningurin er gjørdur í einum áhugaverdum og unikkum byggistíli, sum er illa egnaður at byggja saman við byggimátanum vit vanliga brúka ídag.

Livandi umhvørvi
Tá vit spyrja Eyðfinn Reyðberg, hvat gamli bygningurin skal brúkast til, ivast hann ikki, men sigur at lív skal vera í bygninginum. Sparikassabygningurin er sera væl hildin hóast gamal, og harafturat er hann sera væl dagførdur, so stórt virði er í honum og tí er umráðandi at hann verður brúktur á rættan hatt.

Uttan at vit hava tikið nakra sum helst avgerð um, hvør ella hvat skal húsast her, so síggi eg fyri mær, at lív skal vera í bygninginum, eisini eftir at vanliga arbeiðistíðin er lokin. Tað er í mínari verð umráðandi, at alt hetta økið ikki verður eitt deytt økið aftana at vanligi arbeiðisdagurin er liðugur.

Eitt tungt tak
So skjótt endalig avgerð er tikin í býráðnum, og vit hava ognað okkum økið verður farið ígongd. Hetta verður eitt tungt tak at taka.

Vit hava í fleiri ár viðgjørt hesa útbygging, men núfyrst halda vit at tíðin er komin har tað loysir seg best fyri okkum.

Byggivirksemið er minkandi og tí rokna vit við at fáa ein bíligari bygining, orsakað av at kappingin um at fáa arbeiðið helst gerst størri, og eisini fara byggifyritøkur at hava tíð til at taka sær av hesi bygging.

60 millionir
Eg segði í byrjanini, at fyrsti bygningurin kostaði tað sama, sum sparikassin átti í eginogn tá. So nógv verður tað ikki hesaferð, men vit sleppa valla undan at brúka tað sama sum svarar til eini 20% av eginpeninginum, ella meira enn 60 milliónir krónur.

Tað sum stendur fyri framman nú, er sum sagt at býráðið tekur endaliga avgerð, síðani verður farið ígongd og eg rokni vit at vit kunnu bjóða inn til eina arkitektakapping í heyst og gongur alt eftir ætlan, so skuldi verið møguleiki fyri at sjálv byggingin fór ígongd seint í 2010, sigur Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa at enda við Norðlýsið.