Harley
Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fremsti fjølmiðil í landinum krógvar seg fyri fjølmiðlunum

John William Joensen

Hóast mótmæli í hópatali frá lurtarum og felagsskapum vil leiðslan í Kringvarpinum ikki tosað við fjølmiðlar um morgunlesturin.

Mótmælini móti framdu skerjingini av morgunlestrinum hava neyvan sæð sín líka sína Útvarp Føroya varð sett á stovn.

Enntá 26 løgtingslimir úr øllum flokkum sendu opið bræv til leiðsluna í krinvarpinum við eini inniligari áheitan um at umhugsað støðuna.

Norðlýsið hevur fleiri ferðir roynt at fingið eina viðmerking frá kringvarpsleiðsluni – men til fánýtis.

Einasta almenna viðmerkingin frá leiðsluni í kringvarpinum kom frá sjálvum stjóranum í egnari sending (Dagur og Vika) har stjórin sat í egnari stovu og svaraði spurningum frá egnum starvsfólki.

Formaðurin í kringvarpsstýrinum vísir til stjóran í kringvarpinum. Stjórin og programmleiðarin eru ikki at hitta og hvørjaferð ringt verður til fartelefonirnar verður samtalan avbrotin.

Frá øðrum starvsfólkum í kringvarpinum frætta vit tó at spurningurin um morgunlesturin er ein marra og er nú vorið eitt prinsippmál fyri leiðsluna.

– Tey vóna at fólk sláa seg til táls við at morgunlesturin verður endursendur í sjónvarpinum. Eisini hevur verið sagt at øsingin, sum er í løtuni fer at doyggja burtur sum frá líður.

– Undir ongum umstøðum fer nýggja leiðslan at bakkað í hesum málinum – tí sum tosið gongur í Kringvarpinum í løtuni so er hetta óseriøst og tað sama sum at "missa andlit", siga starvsfólk í kringvarpinum við Norðlýsið.

Vit á Norðlýsinum kunnu bara staðfesta at í løtuni roynir leiðslan í fremsta fjølmiðlinum at umganga almenna umrøðu av "pínliga" málinum um siðbundna morgunlesturin.

Og tað verður gjørt uppá góða gamla mátan – við at renna undan pressuni.

Men spuringurin er um ikki morgunlesturin var ein "manøvre" sum skuldi skapa øsing millum fólk – so at fokusið varð flutt frá tí veruliga endamálinum – nevniliga at tillaga sendiflátuna hjá stovninum til privata lýsingarmarknaðin – nakað sum landsstýriskvinnan í Mentamálum, Helena Dam á Neystabø í løgtingum segði beinleiðis stríða ímóti kringvarpslógini.

Men sjálvandi – hetta spurgdi eingin um í hugnaligu tíðinda-prátinum hjá "Dagur og Viku".

John William Joensen
Norðlýsið

Harleyfacadeacryl