Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Býráðspolitikarar í Klaksvík ikki til Íslands

John William Joensen

Seinru árini hevur verið fastur siður, at tá nýtt býráð kom til vóru dagar avsettir har politikarar í limakommununum hjá KSF fóru á skeið saman, men borgarstjórin í Klaksvík metir ikki at hetta eru røtt signal at senda út í hesum tíðum.

Seinast var skeiðið í Grenå í Danmark og í ár er ætlanin at føroyskir kommunalpolitikarar hittast til skeið í Íslandi – har evnið er kommunal umsiting og politikkur.

– Eg havi gjørt vart við at tíðirnar eru nógv broyttar og nú Kósavirkið framvegis liggur stilt og arbeiðsloysið veksur er sera umráðandi hvørji politisk signal verða send út, sigur Gunvá við Keldu, borgarstjóri.

– Skeiðini eru sera áhugaverd og serliga mennandi fyri tey sum eru nývald og eisini føli eg, at vit hava fingið nógv gott burtur úr – sum m.a. samanhald og samstarv millum kommunustýrislimir í ymiskum kommunum.

– Men fyri okkum í Klaksvík verður samlaði kostnaðurin fyri túrin einar 200.000 krónur og nú fíggjarligu korini hjá Kommununi eru trong haldi eg tað verða skeivt at peningur verður brúktur til slík endamál.

– Undanfarna býráð hevur heldur ikki sett pening av á fíggjarætlanini til ferðina og tí havi eg boðað  KSF frá at vit ikki verða við í ár – og sum eg skiljið fer Sands Kommuna heldur ikki við tí Íslands.

– Í staðin fara vit at halda smærri skeiðir í Klaksvík og vóru vit fyri kortum á skeiði um kommunuløgfrøði – har evnið var skilnaður millum politikk og umsiting.

(Red.:
Gjárakvøldið visti danska "TV-Avisen" at siga at "Kulturudvalget" hjá danska fólkatinginum, sum skuldi á eina ferð til Indisku oyggjarnar og New York, avgørdi at avlýsa ferðina. Grundgevingin var júst tann sama sum hjá Klaksvíkar Kommunu – at signalini politikarar senda við at ferðast fyri skattakrónur – ikki eru tey røttu nú fíggjarkreppa herjar og arbeiðsloysið veksur.)

Eitt gott vikuskiftið fyri Klaksvík
Gunvá við Keldu, borgarstjóri sigur at júst farna vikuskiftið var sera gott fyri okkum í Klaksvík.

– Sigurin hjá Stjørnuni í steypafinaluni vóru góð tíðindi og tey fegnist eg stórliga um. Harafturat fegnist eg um at tvey pør hjá Maru Seafood eru keypt aftur til Klaksvíkar og í hesum sambandi vil eg senda bestu ynskir til manningar og reiðarríðið hjá Christian í Grótinum.